Tað er forsetin fyri Eystara landsrætt, sum hevur eftirlit við føroysku tinglýsingini sambært lógini. Hann skal ansa eftir, at ásetingar í lógini verða hildnar. Millum annað stendur, at tinglýsingin í edv-skránni skal vera atkomulig á internetinum. Tað er hon ikki, og spurningurin er tí, hvør hevur ábyrgdina av, at lógin ikki verður hildin.
Sosialurin hevur vent sær til forsetan í Eystara landsrætti í eini roynd at fáa málið útgreinað. Skrivstovustjórin hjá forsetanum, Nanna Blach, upplýsir, at tey hava fingið at vita, at tað er ein misskijling, at tey hava fingið eftirlitsmyndugleikan.
»Jeg kan i den anledning oplyse, at Østre Landret fra Justitsministeriet tidligere har fået oplyst, at det fra det Færøske Landsstyres side er meddelt, at det beror på en ekspeditionsfejl, når det i lagtingsloven om tinglysning er oplyst, at Østre landsret fører tilsyn med tinglysningsreglerne, og at landstyret forventer at fremsætte et forslag til ændring af lagtingsloven om tinglysning så vidt muligt inden udgangen af 2003«, skrivar Nanna Blach, skrivstovustjóri í Eystara landsrætti í einum teldubrævi tann 10. november.
Hetta samsvarar ikki heilt við tað, sum Høgni Hoydal landsstýrismaður segði í løgtinginum mikudagin. Tá segði hann, at føroyska løgmálaráðið, sambært tí sum er upplýst honum, ikki hevur givið Eystara landsrætti boð um, at nøkur grein í lógini ikki skal takast í álvara.
Lógin sigur greitt, at upplýsingarnar skulu vera atkomiligar á internetinum. Hóast lógin gongur á fjórða ári, so er hetta lógásetta kravið ikki uppfylt enn. Tingbókin er skrásett hjá CSC-Danmark, og hon liggur ikki á internetinum. Nú lovar Høgni Hoydal at fáa málið í rættlag.
? Fyri at halda lógina er best, at vit fáa gjørt eina skipan í Føroyum. Útbjóðingartilfar er gjørt til eina føroyska skipan, sum sjálvandi skal vera á internetinum, tí tað sigur lógin. Útbjóðingartilfarið verður sent út í næstum, síðan koma boðini inn, og so verður skipanin sett í gongd, sigur Høgni Hoydal, sum tekur alla ábyrgd av, at tinglýsingin enn ikki er førd í eina føroyska telduskipan.