Útisetapresturin

Bergur Jacobsen er prestur hjá føroysku meinigheitini í Keypmannahavn, sum heldur til í Samuelskirkjuni á Nørrebrúgv. Í løtuni hevur presturin eina kirkju at vera í, sum er púra tóm, tí alt er tikið innan úr henni vegna umvæling. Umframt arbeiðið í kirkjuni, er útisetapresturin sálarhirði hjá føroyingum í danska høvuðsstaðnum og hann vitjar eisini sjúklingar á Ríkissjúkrahúsnum.


Bergur Jacobsen er prestur, orðblindur, horntónleikari og sálarhirði. Soleiðis kann hann stutt lýsast. Hann hevur roynt ymiskt á yrkisleið síni. Hann hevur verið sjómansprestur í Onglandi, prestur í Føroyum, útvarpsmaður og landsstýrismaður.

Hann hevur í nøkur ár verið prestur hjá føroysku meinigheitini í Keypmannahavn, sum heldur til í Samuelskirkjuni á Nørrebrúgv.


Sjúk og heimleys

Í løtuni fara allar kirkjuligar handlingar fram í kirkjukjallaranum, Krypten, tí inni í sjálvari kirkjuni er ikki nógv at fara eftir. Har er púra tómt, um ein ikki roknar uppí okkurt málingablikk og onkran trappustiga. Har fer stór umvæling fram og tí er kirkjan í løtuni stórt sæð bert fýra veggir.

- Eg er umleið helvt um helvt, hóast tað ikki júst er eftir rætta kvotabýtinum. Men hatta við kvotaprestum virkar ikki heilt, so í veruleikanum er eg hálvur danskur prestur og hálvur føroyskur. Eg havi tvær meinigheitir, ta føroysku og ta donsku, sigur Bergur Jacobsen

Tvey meinigheitsráð eru. Eitt danskt og eitt føroyskt, men danska ráðið hevur ábyrgd av bygningunum, meðan føroyska ráðið bert hevur ábyrgd av føroysku meingheitini. Ein limur í føroyska ráðnum er eisini umboð í danska ráðnum og er sostatt millumlið. Meinigheitirnar eru javnbjóðis hvørjari aðrari og eru felags um kirkjuna.

- Fastar guðstænastur eru og beint við síðuna av kirkjuni er eitt stórt ellisheim, so nógvar danskar jarðarferðir eru, men eisini føroyskar. Eg havi eisini andaktir annan hvønn týsdag á Hotel Thorshavn. Vit býta hetta við Brøðrasamkomuna. Eg vitji eisini á Ríkissjúkrahúsinum og haldi serliga eyguni við fólki, ið liggja longi. Tey sum bara koma og fara hava vónandi ikki brúk fyri mær, men senda vónandi boð, um so er. Eisini er nakað at gera innan fangahúsverkið, sigur Bergur Jacobsen

- Og eisini eru føroyingar, ið ikki eru so væl fyri og føroyingar, ið eru heimleysir, sum eg havi samband við, sigur Bergur Jacobsen, sum sostatt nýtir fittan part av síni tíð, sum sálarhirði.

-Um vetrarnar plaga vit at hava føroyskan mat, men tað liggur á láni nú, tí kirkjan verður umbygd, sigur Bergur Jacobsen, sum ikki heldur stóran mun vera á prestastarvinum í Danmark og í Føroyum, um ein ikki tekur við serligu økini hjá útisetaprestinum.



Leyp ikki á seingjarliggjandi fólk

- Tað eru fólk, sjúklingar, sum koma niður, og ongan hava við sær. Nøkur teirra liggja longi og tey eru rættiliga einsamøll. Tað er tann ólukkuliga støða íkomin, at telefonskipanain á Ríkissjúkrahúsinum er broytt soleiðis, at nú kann ein ringja út, men ringjast kann ikki inn úr Grønlandi og Føroyum. Vit arbeiða við at fáa hetta broytt,tí tann telefonin er rættiliga dýr. Annars vildi eg fegin, at sjúklingar sum liggja her, og hava brúk fyri at práta, gera vart við seg. Tað nýtist ikki at vera tí teimum tørvar ein sálarhirða, men kanska hava tey bert brúk fyri einum føroyskum práti. Tað er ofta tilvildarligt, hvønn vit koma framá. Ofta er tað eftir vitjanir á Hotel Thorshavn, at vit hitta fólk, men hvussu so við teimum, ið ikki koma á Hotel Tohrhavn og sum vit einki vita um?. Kanska eru tað júst tey, ið tørva okkum mest, sigur Bergur Jacobsen.

- Fólk mugu ikki smæðast við at siga frá, tí eg komi ikki bert til teirra, sum liggja til tað síðsta. Eitt vanligt prát um veður, vind, seyð og fisk kann eisini vera lekidómur hjá einum, ið liggur einsamallur, sigur Bergur Jacobsen

Hann leggur dent á, at hann á vitjanum sínum á Ríkissjúkrahúsnum fer at vitja fólk og ikki fyrst og fremst at prædika fyri teimum.

- Hetta má ein føla seg fram til, tí tað skal helst vera eitt ynski frá teimum. Eg havi sjálvur upplivað at ligið sera sjúkur á sjúkrahúsinum í Havn og verið álopin av fólki, ið vildi prædika fyri mær. Eg var ikki glaður fyri tað. Viðlomandi kundi fyrst sett seg niður og til dømis ómakað sær at funnið útav hvør eg var og so framvegis, heldur Bergur Jacobsen, ið ikki metir, at ein hevur loyvi at leggjast á fólk, ið liggja í eini song.

Bergur Jacobsen hevur eisini guðstænastur aðrastaðir, enn í Samuelskirkjuni. Hann ferðast til dømis til Jyllands og Bornholm at halda guðstænastur. Eisini eru nógvar vígslur og danski deknurin á staðnum er konsulentur hjá Kirkjumálaráðnum fyri føroysk nøvn, so har er eisini eitt starvsøki hjá føroyska prestinum.



Er orðblindur

Bergur Jacobsen hevur verið 5 ár í starvinum í Keypmannahavn, og sum vanligt hjá donskum prestum, hevur hann fastar telefontíðir, har hann er at hitta, men annars er ilt at siga neyvt, hvussu ein dagur hjá hjá honum sær út.

Bergur hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hevur verið sjómansprestur í Onglandi, prestur í Føroyum, útvarpsmaður og landsstýrismaður.

- Ert tað so, sum tú onkutíð hevur ført fram, at tú metir, at ein eigur ikki at sita ov longi í einum starvi, tí so er vandi fyri at ?sovna??

- Hugsar ein fyrimyndarligt, so eigur ein ikki at verða ov longi í einum stað. Hetta er galdandi bæði sum tíðindamaður og sum prestur. Eg haldi, at í hvussu er meinigheitin hevur gott av at síggja nýtt andlit og hoyra eina nýggja rødd. Fyrr var eisini lætt at flyta, men so er ikki longur. Nú eru nógv um boðið, so nú kann ein blíva hangandi, uttan at vilja tað. Men eg var útvarpsmaður frá 1988 og til 1995, og eg kendi, at eg hevði givið nóg mikið av mær sjálvum og var bangin fyri at koyra upp í saman. Men hevði eg kunnað skift til tíðindadeildina, so hevði eg kanska hildið fram, men eg var politiskt merktur og metti ikki at tað hóskaði at koma úr landsstýrinum og inn á tíðindadeildina, sigur Bergur Jacobsen.

- Eg kundi hugsað mær at komið aftur til Føroya, men eg havi tann trupulleika, at eg er orðblindur. Føroyskir prestar skulu føra kirkjubøkur og har skulu eingi mistøk vera. Eg var prestur í Sandoynni og hjá einum vanligum fólki var eingin trupulleiki at føra kirkjubók, men hjá mær var tað stórarbeiði. Fleiri kladdur og síðani at føra yvir. Tað átti ikki at komið millum meingheit og prest, at ein er orðblindur, men soleiðis er tað. Eg eri sera takksamur fyri nýggju telduorðabøkurnar og endiliga tori eg at lata eitt handrit frá mær við góðari samvitsku, sigur Bergur Jacobsen.

Er hetta ein trupulleiki, ið hevur fylgt tær alt lívið og undir lestrinum?

- Eg lesi seinni, enn fólk flest. Lesa konan og eg ein felags tekst, so lesur hon tekstin uppá eitt eygablikk, men hjá mær gongur seinni. Eg plagi at siga, at nógv fólk duga at stava, men duga ikki at skriva. Og kanska eru eisini tað tey, ið duga at skriva, men ikki at stava, skemtar Bergur Jacobsen, ið heldur trupulleikan verða, at ein sum orðblindur hevur havt ringa samvitsku av at lata ein tekst frá sær.

- Tað hevur nú ikki verið so øgiliga illa statt við mær. Eg havi altíð dugað at lisið. Men tað gongur ikki, um ein skal skriva nakað, sum skal vera so rætt, sum ein kirkjubók, sigur Bergur Jacobsen, sum fegnast um nýggju teldukirkjubøkurnar.

- Eg kundi hugsað mær at komið aftur til føroya. Eg eri føroyingur og tað fellur lættast at práta við føroyingar. Men hinvegin dámar mær væl donsku guðstænastuna, sum er øðrvísi, enn tann føroyska. Men hana hevði kunnað tikið við mær til Føroya. Í donsku guðstænastuni verður meira roynt, nýggj løg og leikfólk taka eisini meira lut, sigur Bergur Jacobsen, ið eisini nevnir alt tað, ið gongur fyri seg í kirkjuni umframt guðstænastu, so sum andakt tvær ferðir um vikuna, spælistova, eldrafundir, kór og ymsir felagsskapir halda eisini til har.

Samuelskirkjan er opin hvønn dag frá 10 til 14 og tað hendir meira enn so, at fólk koma innar og seta seg , bert fyri at fáa eina friðarliga løtu.


Søgulig urga

- Kirkjan hevur eisini verið forsømd. Men nú er stór umvæling í gongd, ið skuldi verða liðug 1. juni, men nú vóna vit at fáa kirkjuna aftur til 2. jóladag. Hon verður vígd aftur 14. januar og tá verður nýggja urgan eisini tikið í nýtslu, sigur presturin, ið ikki dylir, at hann fegnast um júst urguna.

- Hetta er ein gomul/nýggj urga, sum hevur staðið í Angelholm Kirke í Svøríki. Tað er ein danskt bygd urga og tað er Hemmersham, ið hevur bygt, og hann hevur bygt nógvar urgur í Føroyum, men so vítt eg veit, so er tann einasta, ið pælir enn, urgan í Ebebezer í Havn, greiðir Bergur Jacobsen frá.

- Hann var ein meistari til pípurnar, men ikki tøknina. Og í hesi urguni hevur hann bert gjørt pípurnar og hetta er ein urga við 34 røddum. Henda urga var yndisurgan hjá urguleikaranum Viderø, ið var hálvur føroyingur, og urguleikarin í Samuelskirkjuni er næmingur hjá Viderø, sigur Bergur Jacobsen, og leggur afturat, at orsøkin til, at tey fingu loyvi til at keypa urguna var, at ein kendur dannskur urguleikari og komponistur hevði tilknýti til urguna.

Urgan er keypt fyri 50.000 krónur og verður sett upp fyri 1,2 milliónir.

- Sostatt er tað nærum ein nýggj urga, vit fáa. Men ein nýggj urga við 34 røddum kostar í dag einar 10 milliónir og ein síðugøtukirkja, sum okkara, hevði annars ikki fingið eina urgu við meira enn 19 røddum, sigur Bergur Jacobsen, ið fegnast um úrslitið og sparda peningin.

Bergur Jacobsen væntar ikki, at hann tekur stig til nakað heilt nýtt viðvíkjandi yrkisleiðini, uttan kanska at venda heimaftur einaferð. Fyri ári síðani varð hann raktur av sjúku, men kom væl fyri seg, hóast orka ikki er til tað sama, sum áður.

Útisetapresturin vónar, at fólk venda aftur til kirkjuna, tá hon er liðugt umvæld, tí hann heldur seg hava merkt, at meðan hildið hevur verið til í kirkjukjallaranum, er talið á kirkjugangarum fallið. Eisini vónar hann, at ungfólk taka við og taka undir og eisini, at tey koma við uppskotum um, hvussu kirkjan kann nýtast, tí øll eru vælkomin at nýta kirkjuna.