Útisetar geva fløgu út

Fimm fólk, sum komu at kennast í danska býnum Esbjerg, hava givið fløgu út, har gjøgnumgangandi evnið er longsul. Hans Andreas Hansen, sum er ættaður úr Leirvík og gav fleiri bond út í 70?unum og 80?unum, hevur tikið stig til hesa útgávuna.

 

- Meðan vit búðu í Esbjerg í 90?unum byrjaði og vaks okkara vinskapur, og vit avtalaðu tá, at um høvið einaferð beyðst okkum, skuldu vit fara at útgeva eina fløgu saman. Hetta er nú blivið veruleiki, siga sangararnir um fløguna.

 

Fløgan kallast Longsul. Á fløguni eru 11 sangir, seks av sangunum eru heilt nýggir, og fýra eru kendir sangir men við nýggjum løgum. Navnið kom eftir at sangararnir høvdu hugt ígjøgnum sangirnar fyri at finna eitt heiti til fløguna.

 

- Heitið Longsul kom, eftir at vit høvdu hugt sangirnar ígjøgnum. Vit komu fram til, at gjøgnumgangandi temaði var longsul av ymsum slagi. Longsul eftir kærleikanum, eftir heimlandinum, eftir børnunum og eftir himmalinum.

 

Sangararnir á fløguni eru Hans Andrias Hansen, Jógvan W Petersen, Yvonna Drangberg, Robert Thomsen og Eyðfinn Nielsen

 

Yvonna Drangberg hevur skrivað fýra av yrkingunum, sum Hans A. Hansen hevur gjørt løg til. Jógvan William Petersen eigur eina yrking, og Hans A Hansen eigur lagið. Robert Thomsen syngur tríggjar sangir, har Hans A. Hansen eigur løgini. Eyðfinn Nielsen syngur ein sang, og eigur hann orð og lag.

 

Fløgan er innspæld í Dolphin studio í Holsted, har Søren Them hevur produserað. Tutl gevur fløguna út.