Útisetarnir verða álitið

Men Jógvan Martin Olsen heldur, at fleiri av landsliðsspælarunum heima á landi eru betri fyri nú, enn teir plaga at vera so tíðliga á árinum

Tað kennist heilt óveruligt í føroyska vetrinum, sum nústaðni fer at koma í hæddina, men kortini er tað ein veruleiki. Nú mánadagin skal fótbóltslandsliðið fyri fyrstu ferð í ár í eldin, og tað er vorðið sum uppgáva so tíðliga á árinum.

Føroyar skulu spæla altjóða skrásettan landsdyst ímóti Finnlandi í La Manga í Spania, og tá havt verður í huga, at tað nústaðni av álvara verður farið undir fyrireikingarnar til fótbóltsárið heima á landi, so er tað einki at undrast á, at óttin fyri ikki serliga sannførandi avriki og harvið vánaligum úrsliti lúrir:

Heimligu landsliðsspælararnir hava tvey tey seinastu vikuskiftini verið á Svangaskarði og vant. Allan Simonsen var saman við teimum fyrru ferðina, og síðsta vikuskiftið tók Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen, einsamallur sær av venjingini.

Jógvan Martin hevur síðsta mansaldurin verið við í fremstu røð í fótbólti, og tí átti hann at verið væl fyri at mett um, hvussu landsliðsspælararnir eru fyri, nú teir skulu í eldin:

? Tað hevði verið skeivt at sagt, at landsliðsspælararnir eru í toppvenjing, men teir eru ikki verri fyri, enn teir plaga at vera hesa ársins tíðina. Burtursæð frá Jens Kristiani Hansen er eingin í dystarvenjing, og hjá fleiri, sum spæla í Føroyum, fara feløgini akkurát nú undir venjingina. Landsliðsspælararnir høvdu fingið at vita, at teir skuldu renna, og tað hava teir gjørt um enn ikki allir í sama mun. Í summum feløgum hevur verið eitt sindur av felagsvenjing í mest sum allan vetur. Í øðrum feløgum hava teir einki vant, og so eru tað teir, sum hava fingist við annan ítrótt, t.d. eru tað onkrir, sum hava spælt hondbólt.


Útisetarnir álitið

Jógvan Martin Olsen heldur, at tað kemur sera væl við, at fleiri av landsliðsspælarunum hava tað til fulltíðar yrki at spæla fótbólt uttanlands:

? Burtursæð frá Jákupi Mikkelsen og Hans Fróða Hansen eru allir útisetarnir við í Spania. Fótbóltsárið hjá teimum endaði seinni, enn tað heima hjá okkum, og teir hava longu vant í fleiri vikur. Fótbóltur er liðítróttur burturav, men í hesum førinum er tað ikki undarligt, at vit serliga rokna við útisetunum.

Teir útisetarnir, sum hjálparvenjarin sipar til, eru teir, sum spæla í Skotlandi, Danmark og Noregi. Teir eru Jens Martin Knudsen, Jens Kristian Hansen, Kurt Mørkøre, Julian Johnsson, Óli Johannesen og Todi Jónsson.

Sámal Joensen, Allan Mørkøre og Uni Arge teljast eisini millum teirra, sum fáa løn fyri at spæla fótbólt uttanfyri landoddarnar, men hesir tríggir skulu spæla í Íslandi, og teir fara ikki yvir til Íslands fyrrenn eina ferð í mars.

Tað er kortini merkisvert, at ikki færri enn níggju av spælarunum eru skrásettir at hoyra til útlendsk feløg. Higartil er tað ongantíð komið fyri, at størri helmingurin av spælarunum í landsliðshópinum hevur umboðað útlendsk feløg, men tann landsdysturin er ikki langt burtur, tá hetta fyri fyrstu ferð verður veruleiki.


Nógvar útskiftingar

Tað er ikki bara í Føroyum, at fótbóltsárið er ungt. Í ongum av norðurlendsku londunum verður spælt í landskappingini hesa tíðina av árinum. Nógv teir flestu spælararnir, sum eru í La Manga í Spania, koma úr feløgum, sum hoyra heima í umboðandi londunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at eingir spælarar eru í dystarvenjing, og tí er tað væl skiljandi, at tað er avrátt, at tað í hvørjum dysti verður loyvt at skifta fýra útispælarar út, umframt at tað er loyvt at skifta málverja.

Allan Simonsen plagar ikki at vera serliga grammur at skifta út, men hesa ferð eru umstøðurnar soleiðis, at tað er rættuliga sannlíkt, at nógvar og kanska allar tær loyvdu útskiftingarnar verða framdar.


Tríggjar venjingar

Landsliðið fór úr Vágum fyrrapartin í gjár. Inntil í morgun skuldu teir halda til á Brøndby Park Hotel í Brøndby, og eftir ætlan skuldu teir lenda í Spania á middegi í dag. Spælararnir, sum búgva í Føroyum, Danmark og Noregi, skuldu eftir ætlan ferðast saman til Spania. Jens Kristian Hansen og Jens Martin Knudsen skuldu koma til Spania beinleiðis úr Skotlandi í kvøld ella í morgin.

Fyrsta venjingin er á skránni seinnapartin í dag. Í morgin verður vant tvær ferðir, og so er dysturin ímóti Finnlandi mánadagin.

Tað er vónleyst at siga nakað um, hvussu venjarin fer at seta liðið mánadagin. Men tað er upplagt, at ímillum teir fyrstu ellivu vera Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Kurt Mørkøre, Julian Johnsson og Todi Jónsson. Í einum sovornum føri sum hesum hava royndirnar nógv at siga, og tí er tað givið, at Allan Mørkøre, Henning Jarnskor og Sámal Joensen eisini fara at vera á vøllinum frá fyrsta bríksli.Fríggjadagin í komandi viku er dysturin ímóti Íslandi á skránni. Tað man vera rættuliga sannlíkt, at allir ella næstan allir átjan spælararnir hava verið í dysti, tá stríðið ímóti íslendingum verður av.