Útjaðarin undirumboðaður

Í Sosialinum nr. 1 2. januar viðgerð Dorit Hansen støðuna hjá lokalu valfeløgunum, nú Føroyar eru blivnar eitt valdømi, har hon hevur samrøður við tríggjar ymiskar persónar um aktuellu uppstillingina til løgtingsvali.

Og í Sosiali nr. 4 7. januar hevur Stefan í Skorini viðtalu við Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðing um valstríðið, har eisini valfeløgini verða umrødd.

Í sambandsflokkinum er skipanin tann, at lokalfeløgini taka sær av uppstillingini til løgtingið, men nú er støðan broytt til at alt er eitt valdømi. Floksleiðsla sambandsfloksins skeyt tí upp at valfeløgini skuldu nýta síni gomlu valdømi sum grundarlag, men at talið av valevnum skuldi verða í mun til fólkatalið í valdøminum og fólkagrundarlagið var hetta:

Norðoyggjar 4 valevnir

Eysturoy 7-8 valevnir

Norðstreym 2-3 valevnir

Suðurstreym 12 valevnir

Vágar 2 valevnir

Sandoy 1 valevni

Suðuroy 4 valevnir

Tilsamans 32-34 valevnir.

 

Nú er uppstillingin liðug og sambært kunngerð frá Løgtingsvalnevndini sær valevnislistin hjá sambandsflokkinum soleiðis út:

Norðoyggjar 2 valevni

Eysturoy 8 valevni

Norðstreym 4 valevni

Suðurstreym 10 valevni

Vágar 3 valevni

Sandoy 1 valevni

Suðuroy 4 valevni

Tilsamans 32 valevnir

 

Hetta vísir, at í mun til fólkatalið, so hevur Norðoyggjar 2 valevni ov lítið. Norðstreym 1 valevni ov nógv. Suðurstreym 2 valevni ov lítið. Vágar 1 valevni ov nógv. Meðan hini hava tað valevnistali tey vóru biðin um at stilla upp. Og tí má ein ásanna at Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur hevur partvís rætt tá hann sigur »Valdið er tikið frá teimum lokalu valfeløgunum«. Men tað eru tvey sløg av frávikum. Summa staðir eru ov nógv valevni og aðra staðir eru tey ov fá í mun til fólkagrundarlagið, so hetta tykist rættiliga ørkymlandi.

Tað er komið alment fram, at floksleiðslan hevur trýst eitt valevni afturat á listan úr Vágum, sum er 50% meir enn fólkagrundarlagið har er til, so nú skulu tær lokalu atkvøðurnar í Vágum teoretiskt býtast í trý í staðin fyri í tvey, sum kann koma at kosta Vágoynni tingmannin og í staðin fær ein annar sessin har valevnini eru færri í mun til fólkagrundarlagið.

Til samanberingar kann nevnast at um sami loystur var nýttur til Suðurstreym sum í Vágum, so hevði uppstillingin í Suðurstreymi sæð soleiðis út. Fyrst 12 valevnir + 50% afturat, so skuldi Suðurstreym havt 18 valevnir og har eru bert 10.

Hetta skal ikki takast sum nøkur ábreiðsla á valevnini, hvørki so ella so, men er ein ásannan av, at uppstillingin bygt á fólkagrundarlagið úti um landið, ikki er farin rættvíst fram og tað harmar meg at floksleiðsla sambandsfloksins hevur sáa split og ónøgd millum lokalfeløg, tí hetta kann koma at skaða flokkin almikið.