Tjernobyl skakaði allan heimin

Tann 26. apríl í 1986 sprongdist ein reaktorur á einum kjarnorkuverki 16 kilometrar uttan fyri Tjernobyl í Ukraina. Geislavirkna útlátið kundi mátast um meginpartin av Evropa og í Japan og Kanada. Ósemja er um, hvussu nógv fólk doyðu av vanlukkuni. Í minsta lagi 56 fólk doyðu beinanvegin, túsundtals fólk hava fingið krabbamein av geislavirkna útlátinum, og milliónir fingu heilsutrupulleikar eftir vanlukkuna

Tann 27. apríl í 1986 undraðust starvs­menn á kjarnorkuverkinum í Forsmark í Svøríki á, at geislavirknið á klæðum teirra var økt munandi. Beinanvegin fóru teir at kanna, um ein leki var á verkinum, men teir funnu ongan leka, og so kom teimum til hugs, at lekin kanska stavaði frá einum verki í Sovjet­samveldinum. Rætt høvdu teir. Kl. 01.23 dagin fyri var ein av teimum fýra reak­tor­unum á kjarnuorkuverkinum í Tjernobyl farin í luftina, og geislavirkna útlátið stóð sum eitt sjálvlýsandi skýggj upp úr verkinum, greiddu sjónarváttar seinni frá. Marran, sum mong høvdu óttast, var vorðin veruleiki. Eitt effektivt kjarn­orkuverk, sum stóð fyri einum tíggjundaparti av streymveitingini í Ukraina, var umskapað til eina vanda­mikla kjarnorkubumbu.
Kjarnorkuverkini í heiminum eru fá í tali, millum 400 og 500. Í mong ár hevur verið umrøtt, um kjarnorka er ein for­svarligur háttur at framleiða orku, serliga tí vandin fyri vanlukkum er so stórur. Forsprákararnir fyri kjarnorku vísa júst á, at kjarnorkan er effektiv, og tað er hon eisini, tá ongin vandi er á ferð. Men mótstøðufólkini ímóti kjarnorkuni hava heilt síðan sekstiárini sagt, at váðin við kjarnorkuverkunum er alt ov stórur. Tá tann fjórði reaktorurin í Tjernobyl fór í luftina, fingu mótstøðufólkini rætt, og mótstøðan ímóti kjarnorku kring heimin vaks munandi. Tá so jarð­skjálvtin í Japan 11. mars í ár hevði við sær, at verkið í Fukushima fekk álvarsligar trupulleikar, var tað bara enn ein váttan fyri mong um, at kjarn­orka er vandamiklari fíggindi enn góður vinur.
Verður sammett við, hvussu fá kjarnorkuverkini eru, og hvussu stórar vanlukkurnar í Tjernobyl og Fukushima vóru, er viðkomandi at seta spurningin, um tað er vert at taka tann váðan, sum tað er at reka eitt kjarnorkuverk. Fólk hava nú upplivað, at sama hvussu neyvar trygdarmannagongdirnar á kjarn­orku­verkum eru, kann tann ringast hugsandi støðan íkoma, og avleiðingarnar kunnu gerast vanlukkuligar í túsundtals geislavirkin ár. Haraftrat eru skaðarnir, ið standast av eini kjarnorkuspronging, bæði lúnskir og ósjónligir, tí hvør kann við vissu siga, hvussu tilburðirnir av krabbameini taka seg upp, eftir at geislavirkna útlátið hevur gjørt um seg millum tey, ið vóru ov sein at flyta burtur eftir eina vanlukku? Ongin kann siga hetta við vissu.
Vanlukkan í Tjernobyl hevur verið umstrídd øll tey 25 árini, ið eru gingin, síðan reaktorurin har fór í luft­ina. Púra vist er, at starvsmenn á verkinum vóru í ferð við at gera eina roynd við fjórða reaktorinum, tá ein damp­spronging hevði við sær, at reaktorurin sprongdist. Nógv bendir eisini á, at starvs­menninir ikki reiðiliga vistu, hvussu stórur vandi var á ferð, og at teir tí kanska vóru í góðari trúgv, tá teir gjørdu royndina. Um hetta verður enn kjakast. Ein kanningarnevnd hevur givið starvsmonnunum ábyrgdina av van­lukkuni, men ein onnur hevur sagt, at verkið var ikki nóg trygt. Um av­leiðingarnar av vanlukkuni verður eisini nógv kjakast. Ein kanning nevnir, at 56 fólk doyðu beinleiðis av vanlukkuni, og at 4.000 av teimum 600.000, ið vóru við til at rudda upp, eru deyð ella fara at doyggja av krabbameini.
Ein týsk kanning staðfesti í 2006, at fleiri enn 10.000 fólk dragast við krabba­mein orsakað av Tjernobyl-vanlukkuni, og 50.000 tilburðir aftrat fara at gera um seg. Ukrainski heilsumálaráðharrin segði sama ár, at fleiri ein 2,4 milliónir ukrainar, teirra millum 428.000 børn, hava heilsutrupulleikar orsakað av vanlukkuni. Felagsskapurin hjá teimum 600.000 fólkunum, sum vóru við til at rudda upp og flyta fólk burtur, hevur sagt, at 10 prosent av teimum 600.000 eru deyð, og at 165.000 í dag bera brek av vanlukkuni. Sum tað sæst, er stórt ósamsvar millum tølini, men at van­lukkan hevur havt umfatandi av­leiðingar við sær og framhaldandi fer at kosta mannalív, er ongin ivi um, og stað­festast kann tí, at kjarnorka drepur bæði skjótt og ógvuliga spakuliga, tá alt gongur galið.
Tá sprongingin hevði verið á verk­inum í Tjernobyl, varð beinanvegin farið undir at bøta skaðan, og leiðarin á verkinum, Alexander Akimov, og hans­ara fólk fóru at pumpa vatn inn í reaktorin fyri at køla hann niður. Ongin teirra var í trygdarbúna, og teir flestu starvsmenninir, teirra millum Akimov sjálvur, doyðu 2-3 vikur eftir van­lukkuna. Stutt eftir vanlukkuna komu brandmenn á staðið at sløkkja eldarnar. Teirra leiðari var Vladimir Parvik. Brandmenninir fingu onki at vita um geislavirkna vandan, og tá eldurin var sløktur fýra tímar eftir sprongingina, vóru brandmenninir illa strálaðir. Parvik doyði longu 9. mai í 1986. Ein av brandmonnunum segði, áðrenn hann doyði, at hann hevði metall­smakk í munninum og kendi tað sum, at hann var stungin við ótejlandi nál­um í andlitið.
Harðast rakt av Tjernobyl-vanlukk­uni vóru Hvítarussland, Ukraina og Russland, men geislavirkið útlát varð eisini mátað í Eysturríki, Svøríki, Finn­landi, Noregi, Bulgaria, Sveis, Grikkalandi, Slovenia, Italia og Moldova. Ættin dagarnar eftir vanlukkuna og regn­ælini høvdu avgerandi ávirkan á, hvagar geislavirkna útlátið fór. Ein kann­ing hevur víst, at deyðstíttleikin í Svøríki er øktur síðan Tjernobyl-van­lukk­una. Hvussu ávirkanin er aðra­staðni, kann ivaleyst líka nógv gitast um sum sigast við vissu, men at kjarn­orku­verk dálka og kunnu hótta livandi verur, er Sellafield-verkið í Onglandi eisini dømi um. Lekar vóru á Sellafield-verkinum bæði í 1994 og 1997, og útlátið kundi staðfestast við Noregs strendur og í ávísum førum eisini í plantum og djórum í Kattegat.