Tey seinastu 300 árini er tann søguligi italski býurin Venezia sokkin longri og longri niður, og nógv uppskot hava verið um, hvussu býurin skal bjargast.
Nú eru nakrir verkfrøðingar og jarðfrøðingar komnir við einum uppskoti afturat. Teir skjóta upp at grava tólv hol niður í jørðina í einum ringi runt um býin og at spræna sjógv niður ígjøgnum holini. Sambært úrtokningunum, sum teir serkønu hava gjørt, fer sjógvurin at lyfta býin einar 30 centimetrar.
Verður verkætlanin veruleiki, fer hon at kosta einar 750 milliónir krónur, og tað fer at taka eini tíggju ár at lyfta Venezia teir 30 centimetrarnar, skrivar AP.