Ætlanir um nýggja Utøya

Longu dagin eftir álopið hjá Anders Behring Breivik boðaði AUF leiðarin, Eskil Petersen, frá, at AUF fór at taka Utøya (telduviðgjørd mynd) aftur. Og á einum tíðindafundi fríggjadagin sló leiðadin aftur fast, at tað er ætlanin.

Utøya er hjartað í arbeiðararørsluni og vit vilja hava komandi ættarlið at uppliva tey virðir, ið eru so týðandi á okkara Utøya, segði Eskil Petersen.

Upprunaliga var ætlanin at halda summarlegu har í 2013, men tann ætlanin er nú útsett til 2015. Hetta, tí AUF ætlar at ríva fleiri bygningar niður og byggja nýggjar í staðin, og tað tekur tíð.

Tað er trupult, tí tað fylgja so nógvar kenslur við. Fyri summi er alt, ið snýr seg um Utøya, ógvuliga kensluborið, meðan hjá øðrum er tað ótrúliga týdningarmikið at koma víðari, sigur Eskikl Petersen við NRK.

Men hendan avgerðin verður ikki væl móttikin hjá øllum, sm sluppu við lívinum undir terrorálopinum.

Bjørn Ihler er ein av teimum, og hann sigur soleiðis við NRK:

Eg vænti, at tað verður trupult at halda legu har úti aftur, tí tað er so nógv tengt at fyrimyndini Utøya, og eg rokni við, at tað verður trupult at fáa nýggj ættarlið at sova í tjaldi harúti nú.

Vit skulu ikki halda summarlegu har úti í virðing fyri teimum deyðu, sigur Bjørn Ihlen, ið er høvundurin handan tíðargreinina, »Dansa vit á grøvini?« í Aftenposten.

Í fleiri norskum dagbløðum, eitt nú Aftenposten, eru yvirlivandi og avvarðandi harðliga ímóti ætlanunum hjá AUF at fara út aftur á Utøya.

Norski sálarfrøðingurin, Atle Dyregrov, kallar tað óheppi, at yvirlivandi og avvarðandi longu nú skulu taka støðu til Utøya sum møtingarstað.

Hendan ætlanin kemur í einum tíðarskeiði, har mong í veruleikanum eru í holt við at sorna hendingarnar, so alt er ógvuliga kensluborið, sigur Atle Dyregrov við NRK.