Okkara fremsti, føroyski fótbóltsspælari, Todi Jónsson sigur nú fótbóltinum farvæl tí nú fer hann úr starvi í FCK, har hann hevur fíggjarligu stuðlarnar hjá felagnum at gera.
Ístaðin fer hann at fáast við fisk og onnur havdjór, tí hann er nevniliga settur í starv hjá Bláu Gongustjørnini, sum er eitt nýtt sjóvavn, akvarium, sum letur í Keypmannahavn í mars.
Har skal Todi Jónson verða leiðari fyri sponsordeildini hjá sjósavninum, sum tey væntað, verður eitt av heilt stóru ferðamálunum í Keypmannahavn.
Á Sjósavninum fegnast tey um, at hava fingið eitt so kent andlit á starvsfólkalistan og sjálvur ivaðist Todi ikki í at taka av, tá ið hann fekk starvið í boðið.
- Hetta var rætt og slætt eitt tilboð, eg ikki kundi vísa frá mær, sigur hann í tíðindaskrivi í morgun.
Hann sigur, at hetta er eitt sjáldsamt høvi at vera við at byggja upp eitt heilt nýtt og sermerkt ferðamál, tí Bláa Gongustjørnan verður størsta sjósavnið í Norðurevropa.
Á Sjósavninum vísa tey á, at av tí, at Todi er uppvaksin í Føroyum, hevur hann altíð verið tætt knýttur at náttúruni og tí var lopið frá tí grøna grasinum til tað bláa havið í grundini ikki so stórt.
Á Bláu gongustjørnini verður eisini ein stór deild við einum føroyskum fjalli og við fugli og fiski úr Føroyum, so tað er næstan sum at koma heim, sigur Todi Jónsson.
http://www.akvarium.dk/denblaaplanet.htmlHann byrjar í starvinum á nýggjárinum og tá fer hann undir arbeiðið at útvega stuðlar til tey yvir 20.000 dýrini í tí 10.000 fermetra stóra sjósavninum.
Fyri at fáa eina hóming av, hvussu stórfinið, nýggja arbeiðsplássið hjá Toda Jónsson er, ber til at trýsta á filmsbrotið niðanfyri.