FCK stríðist fyri lívinum í donsku superliguni. Felagið hjá Toda Jónsson var fleiri bátslongdir frammanfyri arvafíggindarnar Brøndby, men nú liggja teir gulu og bláu frá Vestegnen aftur fremst.
Sunnudagin var Viborg á vitjan í Parkini, og botnliðið úr Jyllandi vann fyri fyrstu ferð nakrantíð í Parkini. Endaliga úrslitið var 3-2 til gestirnar. Hetta var ein dyggur frammaná hjá FCK, sum stríðist fyri at endurvinna meistaraheitið.
Todi Jónsson byrjaði á beinkinum, tí venjarin valdi at hava Peter Møller og Sibusiso Zuma í álopinum. Todi varð tó settur inn í seinna hálvleiki, tá FCK skuldi fram á vøllin at skora mál. Todi gjørdi eisini vart við seg og skoraði seinasta málið í dystinum til 3-2, men tað eydnaðist ikki FCK at fáa útjavnandi málið.
Viborg gav teimum nærum 22.000 áskoðarunum ein skelk, tá Imants Bleidelis legði útiliðið framum eftir bert seks minuttum. Hann fekk fótin á ein leysan bólt eftir trunkaspæl í FCK-brotsteiginum.
FCK svaraði skjótt aftur, og liðformaðurin Peter Nielsen skoraði eftir uppspæl frá Zuma, tá seytjan minuttir vórðu leiktir.
Eftir hetta legði FCK hart trýst á Viborg málið, og fólk bíðaðu eftir fleiri málum til heimaliðið. Teir grønu úr Viborg høvdu tó aðrar ætlanir, og stutt fyri steðgin skoraði Thomas Krause fyri Viborg, tá hann fangaði ein tilvildarligan bólt frammanfyri FCK málinum.
Brendi brotsspark
Eftir steðgin helt trýstið frá FCK fram, og teir fingu eisini ein gyltan møguleika at javna. Ein verjuleikari hjá Viborg tekur bóltin við hondini, og dómarin peikar á brotssparksblettin. Arek Onyszko bjargaði tó skotinum frá Peter Nielsen, sum spældi sín dyst nummar 100 fyri FCK.
Síðani varð Todi settur inn fyri miðvallaran Erik Mykland. Hetta var ein greið ábending um, at venjarin vildi hava tey trý stigini hendan dagin. Tó var tað Viborg, sum fyrst fekk mál.
Ungarski málverjin hjá FCK, Rabo Rabóczki, skuldi rudda burtur, men sendingin fór beint til Søren Fredriksen, sum sendi í tóma málið úr hálvthundrað metrum.
Nú fóru áskoðararnir hjá FCK at gera vart við sína ónøgd við liðið, og háðandi bríkslini dundu í Parkini.
FCK helt fram at stríðast, og tað eydnaðist Toda Jónsson at minka um munin, tá fimm minuttir vóru eftir at leika. Hetta var níggjunda landskappingarmálið hjá klaksvíkinginum í hesum kappingarárinum.
FCK snávaði harvið enn einaferð í dystinum um meistaraheitið, og nú er tað aftur Brøndby, sum situr á ovastu rók.
Jón Rói ikki við
Jón Rói Jacobsen var ikki við í Brøndby hópinum til sera torføra útidystinum í Aalborg. Aab legði best fyri, og Mads Bro Hansen legði heimaliðið framum í fyrra hálvleiki við beinleiðis frísparki. Brøndby svaraði tó aftur við máli frá Morten Wieghorst fyri steðgin.
Dysturin var sera tættur, men tað vísti seg, at liðfelagarnir hjá Jón Róa vóru meira nærlagdir í avgerandi løtunum. Peter Foldgast, sum er flúgvandi í løtuni, skoraði sigursmálið við høvdinum, tá hann sera hegnisliga beindi eitt innlegg frá Jonas Kamper í málið.
Aab hevði risastórar málmøguleikar móti endanum av dystinum, og ein roynd fór á tvørstongina. Brøndby megnaði tó at halda fast um leiðsluna og fór avstað við trimum sera virðismiklum stigum. Brøndby endurvann sostatt oddasessin frá FCK.
Brøndby hevur nú 51 stig og er fremst. FCK hevur 50 stig á øðrum plássi. Fimm dystir eru nú eftir at spæla, og tað verður óivað ein sera spennandi endi uppá hetta kappingarárið.