Todi verður jokarin

Stendur tað til Toda Jónsson sjálvan, so verður tað bert sum jokari og gardering, at hann skal spæla innan fyri hvítu strikurnar hjá Fremad Amager

Hóast hann nú eigur stóran part av felagnum, og hóast hann avgjørt er størsti profilurin í spælarahópinum hjá Fremad Amager, so verður hann ikki álitið, sum skal skjóta felagið móti superliguni.
- Tað verður sjálvandi venjarin, sum ger av, í hvønn mun eg skal brúkast á vøllinum, men tú skalt minnast til, at eg hóast alt eri 35 ára gamal. Tí er tað væl avmarkað, hvat perspektiv er við at nýta meg á vøllinum, sigur Todi.
Ikki minst tykist hann eisini hugsa um, at tað ikki er í samsvari við menningarætlanina av felagnum, um eigarin sjálvur skal standa á odda fyri álopinum í felagnum.
- Eg vil so ikki standa í eini støðu, har mín persónur á vøllinum skal forða fyri menningini hjá einum yngri spælara. Fyrst og fremst síggi eg mín leiklut sum gardering fyri skaðar og leikbann, umframt at eg kanska kann verða ein góður jokari á beinkinum, um tørvur er á hesum.
Og so kann uttanfyristandandi áskoðarin helst hugsa, at tað nú er vorðið sum jokari hjá einum venjara.
Venjari hjá Fremad Amager er Peer F. Hansen, men enn hevur hann so ikki givið til kennar, í hvønn mun hann fer at gera nýtslu av føroyska trumfinum.