Tølini siga at trý mál verða skorað í kvøld

Tað endar sjáldan málleyst, tá ið Víkingur hevur vitjan av KÍ

Klokkan 17 í dag verður fyrsta bríksl í Sarpugerði í Norðragøtu. Víkingur tekur ímóti KÍ í útsetta dystinum frá 19. umfari.

 

Um Víkingur vinnur fulla úrtøku í kvøld, so verður tað staðfest, at Víkingur verður meistari. Tá verður Víkingur undan fýra teimum síðstu umførunum 12 stig frammanfyri KÍ, sum er næstfremst, og tá verður málmunurin hjá Víkingi í hvussu so er +30 betri, enn málmunurin hjá KÍ verður.

 

Síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008 hevur KÍ 25 ferðir verið í Sarpugerði og spælt landskappingardyst. Víkingur hevur vunnið fimm dystir, KÍ hevur vunnið 9 dystir, og 11 ferðir er tað endað javnt.

 

Málmunurin í hesum 25 dystunum er 35 – 40. 75 mál í 25 dystum vil siga, at í miðal verða trý mál skorað, tá ið Víkingur og KÍ spæla landskappingardyst í Gøtu.

 

Tríggjar ferðir er tað endað málleyst. Soleiðis var tað í seinna dystinum í 2008, í seinna dystinum í 2017 og í fyrra dystinum í 2022.

 

Higartil í ár hava Víkingur og KÍ spælt tvær ferðir í Klaksvík. Í fyrra førinum vann KÍ 2-1, og í seinna førinum vann Víkingur 2-0.

 

Víkingur – KÍ: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.00.

 

Víkingur222101651063
221804461954
HB231706471951
NSÍ231328513241
B36231067493736
07 Vestur238312285327
EB/Streymur236116254319
Skála235315265018
B68233515144115
ÍF23141821687