Eftir fleiri tey fyrstu umførini sá B68 út til at vera favorittur at teljast millum tey, sum fóru at kappast um at sleppa undan at flyta niður.
Á heimavølli ímóti HB glapp tað av álvara, tá ið tað endaði við 3-1 sigri. Ta ferðina var miðvallarin og liðformaðurin Hanus Højgaard dagsins maður, tá ið hann gekk undan og bæði legði upp til mál og staðfesti 3-1 sigurin við máli, sum higartil uttan iva er ársins mál.
Í dag var Hanus Højgaard ikki á listanum, tá ið B68 var á útivølli ímóti Víkingi. Tað var dyggur smeitur, men toftamenn smæddu seg ikki burtur, hóast teir fingu 1-0 mál ímóti sær, tá ið vanliga tíðin í fyrra hálvleiki var væl og virðiliga farin.
Tað var Jákup Johansen, sum í dag var fremsti maður, sum legði heimaliðið á odda.
Víkingur var frammanfyri 1-0 inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið tað vendi heilt, tí B68 skoraði í tríggjar minuttir tvey mál og løgdu seg framum 2-1.
Djóni Samuelsen átti uppleggið, tá ið nýggi franski álopsspælarin Loick Jean Henri Lespinass enn einaferð staðfesti, at tað eru mál í honum, og tríggjar minuttir seinni var tað Sebastian Lau Nielsen, sum fyri aðru ferð í ár var málskjútti. Uppleggið átti miðverjin Ramzi Idrissou. Hetta var 20. málið í bestu landskappingini hjá Sebastian Lau Nielsen, sum í dag spældi 104. landskappingardystin í Meistaradeildini.
Tá ið tað restaði eitt korter styrkti B68 verjupartin, tá ið Issah Ahmet Latif avloysti framrættaða miðvallaran Jovan Goronjic.
Beinanvegin eftir steðgin varð Jørgen Nielsen skiftur inn í álopið hjá Víkingi, tá ið hann avloysti miðvallan Aron Ellingsgaard. Fýra minuttir fyri javnleik var tað Jørgen Nielsen, sum við brotssparki javnaði til 2-2. Hóast tað higartil í ár ikki er eydnaðist álopsspælaranum at umseta málmøguleikar til mál, so tók hann á seg at royna úr ellivu metrum, og tað var als eingin slingur í valsinum.
Tá ið tíðin var farin ein minutt yvir vanligu leiktíðina sá innskifti Ahmet Latif hjá B68 beinleiðis reytt kort, og so vóru toftamenn í meiri enn sjey minuttir undirmannaðir. Hesa løtuna var heimaliðið mest sum støðugt í álopi, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Tórð Thomsen.
Víkingur er á sætta plássi við níggju stigum, og B68 er á sjeynda plássi við sjey stigum.
Leygardagin fær B68 á Bátafestivalinum vitjan av EB/Streymi, og sunnudagin fær Víkingur vitjan av EB/Streymi.











