Tók undirveitara frá Smyril Line

Á Smyril Line vóru tey í øðini, tá Vága Floghavn brádliga boðaði frá, at tey sjálvi fóru at standa fyri tollfríu søluni – við undirveitaranum hjá Smyril Line

Á Smyril Line vóru tey í øðini, tá Vága Floghavn brádliga boðaði frá, at tey sjálvi fóru at standa fyri tollfríu søluni – við undirveitaranum hjá Smyril Line

 

– Tað sum veruliga fekk sinnini í kók hjá okkum er, at P/F Vága Floghavn eftir at vit hava fingið boð um, at vit ikki fáa sáttmálan, hevur vent sær til undirveitara okkara, Heineman, og bjóðað teimum at verða veitarar beinleiðis til Vága Floghavn. Teir høvdu ikki upplivað slíkt fyrr og hava roynt at borið seg undan vísandi til teirra samstarv við okkum, men hava fingið greitt at vita, at P/F Smyril Line fær ikki avtaluna, men teir kunnu sleppa at verða veitarar um teir ynskja tað.

 

Tað skrivar Smyril Line í harðmæltu kæruni, sum reiðaríið hevur sent Vinnumálaráðnum, sum eigur Vága Floghavn. Smyril Line og Atlantsflog hava gjørt drúgvt og kostnaðarmikið fyrireikingararbeiði fyri at bjóða upp á uppgávuna at standa fyri tollfríu søluni í Vága Floghavn. Men eftir at Vága Floghavn hevur boðað Smyril Line frá, at tey vunnu uppgávuna, kúvendi Vága Floghavn og fór sjálv undir uppgávuna.

 

Sum in.fo skilir, so hevur Vága Floghavn tráspurt undirveitaran hjá Smyril Line fleiri ferðir, fyri at fáa Heineman at gerast undirveitari hjá Smyril Line. Heineman bar seg undan og vísti á samstarvið, sum fyritøkan frammanundan hevur við Smyril Line og tilgongdina, til eisini at samstarva við Smyril Line um tollfríu søluna á flogvøllinum. At enda gjørdi Vága Floghavn Heineman greitt, at Smyril Line ikki fekk uppgávuna – og tá bakkaði Heinemann og gjørdist undirveitari hjá Vága Floghavn.

 

in.fo hevur biðið Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága Floghavn, um viðmerking. Men hann ber seg undan og hevur einki at siga enn. Vit ætlaðu at spyrja hann, hví Vága Floghavn í heila tikið bjóðar slíka uppgávu út, tá tey kortini sjálvi fara at standa fyri søluni. Vit ætlaðu at spyrja hann, um tað var fyri at fáa góð hugskot frá møguligum veitarum, sum Vága Floghavn so sjálv kann brúka. Men Jákup Sverri Kass vil ikki svara.

 

Vit hava meira um málið her á in.fo seinni í dag.