Kollafjørður: Gamalt var, at í nánd av einum fiskavirki, var altíð okkurt at fáa. Viðhvørt var pilkurin álitið, og til aðrar tíðir húkur við makreli, rækjum ella beitu.
Her á havnarlagnum í Kollafirði er ein vælsignaður júst við einum slíkum fiskavirki. Hetta er ein orsøkin til, at tað ikki er óvanligt at síggja nógv fólk, og í øllum aldri, standa við tráðu í hond framvið kaikantinum.
Eitt gott og vælkent stað til fong er uttast her á havnarlagnum, har frárenslið er frá framleiðsluni. Har plagar Áki onkutíð at standa.
- Har er eitt gott stað at fiska. Og er ein heppin, kann ein gott fáa rættiliga stóran tosk eisini, greiðir hann frá.
- Men hinvegin, so havi eg hoyrt eldri menn siga, at tá toskur kemur so langt inn ímóti landi, tá er hann ikki góður. Eg veit ikki um tað passar, men kanska er okkurt um tað.
Henda týsdagin í farnu viku var bert Áki at síggja við tráðuni. Orsøkin var helst hon, at hetta var beint eftir døgurða, har tey flestu mundu vera til arbeiðis.
Kanska varð fiskieydnan við honum, nú hann átti kaikantin fyri seg sjálvan.
Fyri sportin
Henda seinnapartin var Áki farin við tráðuni enn einaferð. Líkt er til, at honum dámar væl at fiska seið, tosk og síl.
- Ja, eg hevði faktiskt ætlað mær at fiska síl í dag, men tað var so nógvur vindur har frammi í Dalinum, at vit vendu bara við aftur.
- Her við havnarlagið plagar at vera nógv at fáa. Í dag havi eg pilkin, men her fæst eisini nógv við húki, greiðir hann frá. - Eg geri tað mest fyri sportin skyld.
Beint við, har hann stóð, hevði hann sett bilin frá sær. Baklúkan var opin og inni í viðførisrúminum sat lítla Silja og frøddist um fiskieydnuna.
Tí fiskieydnan var veruliga við Áka hesa løtuna. Eftir lítlari løtu hevði hann við pilkinum fingið bæði seið og smáan tosk, sum kortini varð sleptur út aftur í Kollafjørð.
Men hevur ein tol, so ber eisini til at fáa størri seið. Og tað var eisini júst tað sum tað eydnaðist honum. Tað var nevniliga ikki langt millum syftini uppá land.
Jú, her er nógv at fáa. Teir stóru fiskarnir enda helst dagar sínar sum flak, og seinni kanska sum frikadellur.
Til Noregs
Áki var sum nevnt farin við tráðuni, beint eftir døgurða henda týsdagin í farnu viku.
Hann hevði frammanundan verið til arbeiðis, og hevði her verið við til at landa skip, sum løgdu veiðu sína upp longur inni á havnarlagnum í heimbygd hansara.
- Hetta var í farnu viku. Og tá arbeiddu vit 12 tímar um dagin, greiðir hann frá.
Í dag var einki serligt á skránni, líka burtursæð frá tí, at hann og Silja, vóru farin á seiðaberg.
Hann krevur í roynd og veru at brúka hvørja løtu til hetta hesar dagarnar, tí hann hevði stutt frammanundan fingið arbeiðsboð í Noregi.
- Eg havi faktist fingið tjans við Valborg sum avloysari. Teir frakta kraftfóður úr landi og út til alibrúk í Noregi, greiðir hann frá.
- Ein maður er vorðin sjúkur, og tí sleppi eg við sum dekkari, sigur Áki, sum skuldi fara avstað síðsta sunnudag.
Í danska herin
Men Áki hevur aðrar ætlanir fyri framman: Hann ætlar sær nevniliga í danska herin.
Hesa komandi tíðina ætlar hann at royna okkurt heilt annað, fram til dagin, tá hann skal byrja í danska herinum við “værnepligt” í februar næsta ár.
Í danska herinum er góðir møguleikar at nema sær víðari útbúgvingar innan mong øki, og ætlar Áki sær at kanna møguleikarnar at gerast mekanikari til lastbil.
- Hetta ljóðar spennandi, sigur hann, ikki sørt spentur á málinum.