Tað verða Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs, sum hittast í ársins útgávu av Super Bowl. Tað er greitt eftir at tey bæðini liðini í kvøld vunnu ávikavist sokallaðu NFC- og AFC-finalurnar í NFL. Tampa Bay Buccaneers vann 31-26 ímóti Green Bay Packers, meðan verandi meistararnir úr Kansas City Chiefs vunnu 38-24 ímóti Buffalo Bills.
Tampa Bay Buccaneers við 43 ára gamla Tom Brady á odda høvdu leiðsluna meginpartin av dystinum ímóti Green Bay Packers, men hóast Tampa Bay Buccaneers var odda 28-10 í seinna hálvleiki, so kom Green Bay Packers væl aftur í aftur og var um reppið at leggja seg á odda heilt seint í dystinum. Ivasamar avgerðir og mistøk forðaðu tó fyri at comeback varð fullført, og so vann Tampa Bay Buccaneers 31-26 og hevur nú spælt seg í Super Bowl.
Hetta er ikki færri enn 10. ferð, at Tom Brady verður at síggja í Super Bowl. Fyrstu níggju ferðirnar var við New England Patriots, sum hann vann Super Bowl seks ferðir við, men eftir nógv umtalaða skiftið til Tampa Bay Buccaneers hevur hann nú prógvað, at tað neyvan bara var væl smurdu maskinuni í New Englandi at takka, at hann ferð eftir ferð vann seg allan vegin og eisini javnan verður nevndur sum besti spælarin í NFL-søguni. Tom Brady er einasti leikarin, ið hevur vunnið Super Bowl seks ferðir (í 2002, 2003, 2005, 2015, 2017 og 2018), og nú fær hann so møguleikan at vinna tað eina sjeyndu ferð.
Í AFC-finaluni fingu verandi meistararnir úr Kansas City Chiefs vitjan av nýggju avbjóðarunum úr Buffalo Bills. Buffalo Bills hava víst seg at vera spennandi og óvæntað stinnir í ár, og teir løgdu eisini væl frá landi og komu skjótt á odda 9-0. Kansas City Chiefs ressaðist tó og fór til hálvleiks á odda 21-12, og tað endaði við at teir eisini vunnu dystin 38-24 og harvið hava spælt seg í Super Bowl annað árið á rað.
Super Bowl ímillum Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs verður spælt á Raymond James Stadium í Tampa sunnudagin 7. februar kl.23.30 føroyska tíð. Hetta er fyrstuferð í 55 ára longu Super Bowl-søguni, at Super Bowl-verturin, í hesum føri Tampa Bay Buccaneers, er partur av Super Bowl og harvið fær heimavøll.