25-ára gamli miðvallarin hevur í ár havt útgangsstøðið á høgra miðvøllinum. Hóast hann nokk trívist best mitt fyri á álopskenda miðvøllinum, so hevur hann fingið nógv burtur úr frá høgra miðvallarplássinum. Hann er tann miðvallarin, ið hevur skotið flest mál í ár. Hann liggur nummar fimm á toppskoraralistanum. Frammanfyri fyri hann eru Clayton Soares, Páll Klettskarð, Arnbjørn Hansen og Klæmint Olsen, sum allir eru framherjar.
Nýggi sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár. HB hevur nú longt sáttmálan við níggju leikarar. Teir eru Símun Samuelsen, Alex Jose dos Santos, Rógvi Holm, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Jógvan Skeel Nolsøe, Teitur Gestsson og Gunnar Haraldsen.