Toppur og botnur hittast

Flogbóltur: Oddaliðini í báðum teimum ovastu deildunum skulu hetta vikuskiftið spæla móti botnliðunum. Men aðrir dystir eru tó, sum uttan iva kunnu gerast spennandi

Av tí at tað er kapping fyri yngru deildirnar í Klaksvík leygardagin, verða allir dystirnir í meistaradeildini leiktir sunnudagin.

Seinasta vikuskiftið kom Fleyr í ta støðu, at kvinnuliðið ikki kundi mannast tá tað skuldi til Tvøroyrar at hitta TB, men tað tykist, sum tey viðurskiftini eru komin upp á pláss. Sum Sosialurin skilir var ætlanin, at dysturin skuldi spælast í gjárkvøldið, men hann er fluttur til seinni, eisini orsakað av Mjølnirkappingini fyri tey yngru.


Oddaliðini í Fuglafirði

Oddaliðini í báðum deildunum skulu um vikuskiftið spæla móti ÍF. Við tí spæli, sum Mjølnir í kvinnudeildini og Fleyr í mansdeildini hava víst í hesum kappingarárinum, er neyvan nakar ivi um, at talan í báðum førum verður um útisigrar.

Hjá monnunum hevur ÍF verið stak illa fyri í ár. Kortini hevur bragdað hjá teimum onkuntíð, og neyvan hava teir gloymt hvussu teir vunnu á Mjølni í fyrru hálvu.

Um teir kunnu gera tað sama við Fleyr, er tó ivasamt, tí sum heild tykist Fleyr vera serstakliga vælkoyrandi, bara teir hava hugin at spæla.

Seinasta vikuskiftið var um reppið, at teir snávaðu móti SÍ, sum gjørdi meiri um seg, enn Fleyr hevði væntað, men í seinna hálvleiki tók Fleyr seg av álvara saman og tá var lítið at gera hjá SÍ.

Hetta vikuskiftið skal SÍ til Klaksvíkar at hitta Mjølnir. Bæði liðini taptu seinasta vikuskiftið, men tað er lítið at ivast í, at tað eru klaksvíkingar, sum kenna seg mest snýttar. Teir taptu seinasta javnbrótaran 15-13, og tað svíður.

Í fyrru hálvu leiktu liðini bæði ein sera spennandi dyst í Klaksvík, og tá var um reppið, at SÍ koppaði Mjølni.

Um tað verður líka spennandi hesaferð, ber illa til at spáa um, men talan er í hvussu er um tvey lið, sum hava hug at berjast fyri sigrinum.


Mjølnir nakað fyri seg

Sum nevnt skal Mjølnir inn í Kambsdal at hitta ÍF.

Fuglafjarðakvinnur hava víst, at tær hava evnini at spæla í meistaradeildini, hóast tær ikki rættuliga hava vant seg við ferðina í deildini. Tað hevði kanska eisini verið at kravt ov nógv av teimum, tí tær hava ikki havt bestu venjingarumstøðurnar í Fuglafirði - minni enn so.

Tí mugu vit rokna við, at Mjølnir enn einaferð ferð av vølli, sum sigursharri. Tær hava leikt væl tað sum farið er av kappingarárinum, og tað er ikki meiri enn hendingaferð, at tær hava tapt sett í dysti.

Seinasta vikuskiftið spældu tær móti Drátti, og tann dystin vunnu tær ruddiliga.

Sunnudagin skal Dráttur so til Havnar at royna seg. Um tað fer at ganga betur enn tað gjørdi seinasta vikuskiftið vita vit sjálvsagt ikki, men tað er vist, at vágagenturnar mugu takla seg saman, um so skal vera.

Heimaliðið er, eftir tí, sum Sosialurin skilir, komið fyri seg aftur eftir sjúku og annað forfall, og einki er at ivast í, at tær fara at gera sítt ítarsta fyri at vinna á Drátti.

Tað er ikki sannlíkt, at nakað av liðunum fer at fáa Mjølnir aftur, tí tær eru í einum klassa fyri seg. Kortini ræður um at vinna dystirnar sum eftir eru, tí har eru tvey sett av heiðursmerkjum eftir at berjast um.