Toppur og botnur hittast við Margáir

B36 er á FM kós, og hjá EB/Streymi er lítil vón um at endurvinna plássið í bestu deildini

Ástøðiliga er møguleiki framvegis fyri, at EB/Streymur eisini í 2016 skal spæla í bestu deildini. Í veruleikanum er liðið úr Sundalagnum fokið, og tað verður mest óvæntaða úrslitið higartil í ár, um tað seinnapartin fer at eydnast at vinna stig ímóti meistarunum og oddaliðnum B36.

-Vit koyra á undir venjing. Hóast tað sær torført út, so hava vit ikki mist mótið, sigur Jan á Høgaryggi í EB/Streymi.

EB/Streymur hevur bara vunnið eitt stig – 4-4 ímóti KÍ – síðani 2-1 sigurin á Argjum 10. mai.

Rói Olsen er leikbannaður, og Jóhannes Hansen er skaddur. Arnar Dam er orsaka av skaða ivasamur. Brian Olsen er tøkur aftur eftir leikbann.

Í B36 er lagið gott eftir trivaliga heimasigurin á NSÍ:

-Vit hava avbjóðingar, tí fleiri spælarar ikki eru tøkir. Í sigrinum á NSÍ sást, hvussu týdningarmikið tað er, at Alex Mellemgaard og Jónas þór Næs nú eru tøkir aftur, staðfestir B36 venjarin Eyðun Klakstein, sum mikukvøldið var millum áskoðararnar í Gøtu, har Víkingur og NSÍ spældu, og sum roknar við, at spælararnir vera fult og heilt fokuseraðir við Margáir seinnapartin.

-Tað er sera týdningarmikið. Í fyrsta umfari endaði tað 1-1 í Gundadali ímóti EB/Streymi, sum nú er á heimavølli.

Hesa ferð er mannfallið hjá B36 stórt: Eli F. Nielsen og Andrias Eriksen eru leikbannaðir, og Hørður Askham og Philip Lund eru skaddir. Jákup á Borg er ivasamur, meðan Gestur B. Dam er tøkur aftur eftir leikbann.

Víkinga sigurin á NSÍ mikukvøldið ber við sær, at tað eru fýra stig frá Víkingi og fram til B36, og at tað eru fimm stig frá NSÍ og fram til B36, sum hevur spælt 20 dystir, meðan fremstu avbjóðararnir báðir hava spælt 21 dystir.

Næsta sunnudag fær B36 vitjan av Víkingi, sum hevur knívin á barkanum, um vónin at vinna fyrsta FM heitið framvegis skal verða møguleiki. Um tað veit væl við hjá væl upplagda árstalsfelagnum, so verður fjarstøðan aftur til Víking tíggju stig, tá ið 23. umfar undan steypafinaluni verður liðugt, og B36 hevur spælt ímóti bæði Víkingi og HB. Men tað ber eisini møguleiki fyri, at leiðslan bara verður eitt stig. B36 hevur við øðrum orðum “ráð til” at tapa bæði ímóti Víkingi og HB og framvegis at vera ovast á stigatalvuni undan steypafinaluni og landsliðssteðginum.

So kann endaspurturin verða heilt spennandi, og tað eru teir í árstalsfelagnum ikki áhugaðir í. Teir ætla sær mest sum at avgera kappingina undan steypafinaluni og harvið at tryggja sær, at B36 fyri fyrstu ferð hevur megnað at endurvinna FM árið eftir, at tað varð vunnið.

Soleiðis sum úrslitini hava lagað seg síðani summarsteðgin, so kann ikki annað staðfestast, enn at søti dreymurin hjá B36 er væl nærri veruleikanum, og at rákin av gulldeymi er farin at kennast í Gundadali – sunnaru megin sjálvandi!