Línuskipið Venus og garnaskipið Thor landa í Sørvági í dag.
Venus hevur roynt vestanfyri og hevur umleið 85.000 pund, meginparturin toskur. Thor hevur roynt eftir havtasku og hevur hendan túrin stívliga 5.000 pund.
Tað er heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen, sum ber hesi tíðindi í dag, og haðani er eisini hendan myndin av Venusi.