Tottenham hevur í ár havt eitt vánaligt kappingarár, og hetta hevur størsta partin av kappingarárinum lagt stórt trýst á venjara Martin Jol. Og eftir tapið fyri Getafe í UEFA Cup hóskvøldið var ovboðið, og Jol fekk sekkin. Síðan hetta hava søgur gingið um, at Sevilla-venjarin, Juande Ramos, skuldi taka yvir. Undan vikuskiftinum gjørdist tað veruleiki, tá ið hann skrivaði ein fýra ára langan sáttmála við Tottenham. Ramos skal royna at lyfta Tottenham av einum sera skuffandi 18. plássi í Premier League. Fyrsta royndin endaði við tapi sunnudagin.
Tíðindi