Fyrsta hálvár í ár er Toyota – sum vant – mest seldi bilur í Føroyum.
Seinasta hálva árið eru seldir 185 Toyotabilar, og tað eru 21 fleiri enn kappingarneytin, Citroen, sum hevur selt 164. Volkswagen liggur sum nummar 3 við 161 seldum bilum.
Um vit samanbera við seinasta mánaðin, so eru tað somu bilmerki, sum liggja á teimum trimum fremstu plássunum av mest seldu bilum. Toyota seldi 33, Volkswagen 25 og Citroen 24
10 tey mest seldu bilmerkini fyrra hálvár í ár:
| Bilmerki | Akf.tal |
1 | TOYOTA | 185 |
2 | CITROEN | 164 |
3 | VOLKSWAGEN | 161 |
4 | NISSAN | 156 |
5 | FORD | 106 |
6 | MITSUBISHI | 76 |
7 | RENAULT | 60 |
8 | BRENDERUP | 50 |
9 | KIA | 48 |
10 | MERCEDES-BENZ | 47 |
10 tey mest seldu bilmerkini í junimánaði í ár:
| Bilmerki | Akf.tal |
1 | TOYOTA | 33 |
2 | VOLKSWAGEN | 25 |
3 | CITROEN | 24 |
4 | NISSAN | 24 |
5 | BRENDERUP | 17 |
6 | FORD | 14 |
7 | MITSUBISHI | 13 |
8 | PEUGEOT | 13 |
9 | VARIANT | 12 |
10 | MERCEDES-BENZ | 11 |