Ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi í morgun seg sjálvan og drap tvey onnur fólk.
Trý fólk doyðu og minst 22 vórðu særd, tá ein sjálvmorðsbumbumaður í morgun sprongdi seg í eini mannamúgvu á Tayaran Square í miðbýnum í Bagdad.
Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av spreingingini, men hernaðarbólkurin Islamskur Statur (IS) fremur ofta slík álop, skrivar AFP tíðindastovan.