Tríggjar milliónir krónur eru farnar upp í royk í Havn

Tórshavnar Býráð ætlar sær at krevja pengarnar aftur

Hóast tað ikki er meiri enn eitt gott hálvt ár síðani nýtt graslíki varð lagt á Ovara vøll í Gundadali, skal tað longu skiftast út aftur. Tað vísir seg nevniliga, at vøllurin kann ikki brúkast, tí bólturin ferðast so undarliga á honum, at hvørki HB, ella B36, vildu brúka hann.

Sum vit skrivaðu í áðni, hevur býráðið samtykt at leggja nýtt graslíki á allar vøllirnar í Gundadali, eisini Ovaravøll.

https://www.in.fo/news-detail/news/nu-verdur-allur-gundadalur-spildurnyggjur/Les meiri um tað her: Nú verður allur Gundadalur spildurnýggjur

Men Býráðið ger samstundis greitt, at hetta skal ikki fara afturvið borðinum, tí skattgjaldarin skal ikki sita eftir við apuni fyri hetta makkverkið, sum tikið varð til á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Og tískil fer býráðið at krevja at fáa pengarnar aftur.

Býráðslimir førdu fram, at við hesum eru tríggjar milliónir hjá skattgjaldarunum í Tórshavnar kommunu farnar upp í royk og teir pengarnar vil býráðið hava aftur.

Tey vístu annars á, at myndugleikarnir høvdu góðkent vøllin, enntá hevði altjóða Fótbóltssambandið, FIFA, eisini góðkent vøllin, so býráðið hevði verið í góðari trúgv.

Og býráðslimir halda eisini, at teir myndugleikar og ráðgevarar, sum hava góðkent vøllin, hava ein stóran trupulleika, tí teir hava mist alt trúvirðið.

Býráðslimir staðfesta siga, at tey hava ikki fingið tað, tey hava keypt, og goldið fyri, og tískil fara tey nú at kanna, hvør tað er, sum hevur skyldina av støðuni, um tað eru ráðgevararnir, leverandørurin, ella onkur annar.

Og tá ið tað er greitt, er ætlanin at krevja endurgjald fyri vøllin, sum ikki kundi brúkast, og dentur varð lagdur á, at tey fara at gera alt, tey kunnu, fyri at skattgjaldarin ikki skal svíða fyri hetta. Og tey eru eisini til reiðar at fara í rættin við málinum.

Hinvegin ásannaðu býráðslimir eisini, at tað er ivingarsamt, hvussu sterkt býráðið stendur, tá ið FIFA hevur góðkent vøllin.