Ein útróðararbátur steðgaði upp í gjáramorgunin nakað norðan fyri Flesjarnar - á Tangafjørði. Báturin hevði sambært MRCC fingið maskinsteðg og kundi tí ikki sigla í land. Tí bleiv ringt eftir hjálp, soleiðis at hann kundi blíva sleipaður heim aftur.
Fyrst setti Brimil kós móti Tangafjørði, men av tí at Rescue Tanum var staddur nærindis, so yvirtók Rescue Tanum uppgávuna og sleipaði útróðrarbátin heim. Rescue Tanum er báturin hjá Havnar Bjargingarfelag, sum er komin í staðin fyri Rescue Lív.
Tað kemur javnan fyri, at útróðrarbátar steðga upp, meðan teir fiska. Veðrið var fínt gjáramorgunin, so alt spældi væl av við góðari hjálp frá bjargingarbátum og Vørn.