Í samband við FIFA Ballon dOr Gala 2012 skal eisini ársins mál 2012 veljast. Nú er greitt hvørji tey trý málini eru, sum tú kanst velja í millum.
Radamel Falcao, Neymar og Miroslav Stoch hava skotið trý tey flottastu málini í 2012. Tað verður kunngjørt 7. januar á FIFA Ballon dOr Gala hvat av teimum málunum er tað besta.
Tú kanst síggja málini og atkvøða um hvat er tað besta á heimasíðuni hjá FIFA við at trýsta HER
Hvat er tað besta málið?
Radamel Falcao (América de Cali - Atletico Madrid, 19. mei 2012)
Neymar (Santos - Internacional, 7. mars 2012)
Miroslav Stoch (Fenerbahçe - Gençlerbirli?i, 3. mars 2012)