Tað var við eitt sindur av iva, at Uni Arge tók við avbjóðingini at skriva søgu ÍSF's seinastu 25 árini.
- Í fyrstani helt eg, at tá talan var um ÍSF var tað so umfatandi, at eg metti ikki at tað bar til at gera eftir so avmarkaðari tíð og í einari bók. Men eg fekk so at vita, at so umfatandi skuldi tað ikki vera, sigur Uni Arge.
Hann fór undir uppgávuna í januar í fjør, og fríggjadagin verður bókin so løgd fram.
- Eg byrjaði við einari samanum tøkuav menningini innan føroyskan ítrótt. Serliga Oyggjaleikirnir í Føroyum í 1989 gav fleiri ítróttagreinum rættiliga luft undir veingirnar, og vit hava í dag til dømis tvey stadions til frælsan ítrótt, eins og vit fingu fleiri feløg til frælsan ítrótt, sigur Uni Arge.
Hann nemur eisini við tann øgiliga áhuga, sum føroysk luttøka í undankappingunum tilEM og HM og Landskrona tíðin fekk fyri føroyskan fótbólt.
- Vit hava kent eina stóra menning av føroyskum ítrótti, men vit hava eisini følt eitt stórt afturstig innan ávísar ítróttagreinir. Fyri einum 20 árum síðani luttóku eini 90 bátar í kapprógvingini, í dag er talið 40, og tað er ein avbjóðing fyri róðurin, sigur Uni Arge.
Støðan er nøkurlunda hin sama innan hondbóltin.
- Árini 76 til 80 var stóra tíðin innan hondbólt í Føroyum, tá vit luttóku í C HM, og tá kappingin var hildin í Føroyum, var tað størsta ítróttahending í søguni. Men hondbóltur er farin nógv aftur síðani tá, og eisini tað er ein avbjóðing frameftir, sigur Uni Arge.
Fyrsta luttøka í OL
Hinvegin er estetiski fimleikurin gingin nógv fram eftir at hann fekk altjóða viðurkenning í 2005.
- Fimleikararnir liggja væl fyri í altjóða høpi, og HM kappingin verður hildin í Føroyum í 2015. Eisini svimjingin fekk eitt dyk eftir at Mark Spitz vann sjey kappingar við OL í München í 1972, og árini eftir fekk føroysk svimjing luft undir veingirnar. Og 40 ár eftir, luttók fyrsti føroyingurin í OL í svimjing, tó undir donskum flaggi, sigur Uni Arge.
Talan er sjálvandi um Pál Joensen, sum var við til OL í London í 2012.
- Føroysk viðurkenning í OL høpi verður eisini umrødd, og hví tað ikki hevur eydnast. Eisini verður nomi við, hvussu stóran týdning ítróttaveddingin hevur fyri raksturin hjá ÍSF, sigur Uni Arge.
Nomi verður við ÍSB og teirra olympisku luttøku.
- Teir hava so verið við til paralympisku leikirnar átta ferðir, og eru fult á støði við aðrar altjóða svimjarar, sigur Uni Arge.
Øll sersambond eru sjálvandi nevnd í bókini.
- Tað er kortini ikki tað sama sum, at líka nógv verður gjørt við hvørt sersamband sær, men tað fekk eg at vita, at tað var í lagi, sigur Uni Arge.
Bókin er størri í vavi enn vanligar bøkur og síðutalið liggur um 260.
- Hon er gjørd so stór við vilja, fyri at hon ikki skuldi gerast ov tjúkk. Hon er ógvuliga litrík og so er hon umbrotin á slíkan hátt, at hon er áhugaverd og spennandi, sigur Uni Arge.
Bókin verður sum nevnt løgd fram fríggjadagin millum klokkan 15 og 17.