Traðarmaðurin 20 ár

Sosialurin skrivar leygardagin 6. januar 1990, at tollaksmessudag varð ein nýggj standmynd avdúkað uttan fyri Býráðshúsið í Havn.

Tað var standmyndin “Traðarmaður”, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, hevði gjørt. Standmyndin varð sett upp til minnis um tað stóra arbeiði, sum traðarmenninir gjørdu í Havn.


Tað var elsti traðarmaðurin í Havn, Jens Petur Rubeksen, vanliga nevndur Pedda Post, sum avdúkaði standmyndina. Á myndini eru eisini Jákup Simonsen, skrivari í mentanardeildini, og Poul Michelsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.