Treytaða revsing fyri at dyrka hassj

Ein maður er dømdur 40 daga treytaða fongsulsrevsing og 60 tímar samfelagstænastu fyri at hava dyrkað níggju hassjplantur heima hjá sær sjálvum.

 

Maðurin var upprunaliga ákærdur fyri at hava dyrkað níggju hassjplantur, umframt at hava smá 400 gramm av hassji heima hjá sær. Ákærin vildi tí døma mannin fyri bæði planturnar og hassjið, tilsamans 656 gramm av hassji. Fyri hetta vildi ákærin hava hann revsaðan við 80 daga treytaleysari fongsulsrevsing.

 

Verjin hjá manninum førdi tó fram, at tey 400 gramm av hassj vóru úrtøkan frá teimum níggju plantunum, og tí mátti maðurin dømast fyri antin planturnar ella hassji, ikki bæði. Níggju plantur verður roknað um til 656 gramm av hassji sambært einum dómi frá Hægsta Rætti, segði verjin, og helt tí, at 40 dagar treytað fongsulsrevsing mátti verið hóskandi.

 

Dómarin tók tað, sum verjin segði til eftirtektar og dømdi einans mannin fyri tær níggju planturnar. Hald bleiv tó lagt á hini 400 grammini av hassji og 10 hassjfræ, sum løgreglan eisini fann heima hjá manninum.

 

Les eisini Dyrkaði hassjplantur fyri at sovna.