Kapping í 1/4 triathlon verður 2. hvítusunnudag.
Tá kappast verður í 1/4 triathlon verður fyrst svomið 1500 m, súkklað 40 km og at enda runnið 10 km.
Byrjað verður í svimjihøllini í Havn, og síðan verður súkklað til Kaldbak (nýggja byggistigið), har vent verður. Súkklað verður inn á Kaldbaksbotn, har vent verður áðrenn mann kemur út á landsvegin aftur. Leiðin gongur aftur til Kaldbak (nýggja byggistigið), har vent verður og so gongur leiðin allan vegin til Havnar aftur. Koyrt verður niðan til ringkoyringina við Ringvegin/R. C. Effersøesgøta, og síðan oman á mál við Plantusøluna á Hvítanesvegnum.
Tá runnið verður verður runnið frá Plantusøluni til Føroya Sparikassa Yviri við Strond og aftur til Plantusøluna. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir!