Trífaldur Grammy-vinnari á G! festivalin

G! festivalurin kunnger í dag eitt hitt mest spennandi navnið á G! nakrantíð. Talan er um amerikanska Fantastic Negrito.

G! festivalurin skrivar at gjøgnumbrotið kom í 2015, tá ið hann vann fyrstu NPR Tiny Desk kappingina. Síðan tá hevur hann vunnið ikki færri enn tríggjar Grammy-virðislønir fyri pláturnar The Last Days of Oakland, Please Don't Be Dead og Have You Lost Your Mind Yet?.

 

Søgan um Fantastic Negrito er sum hin um fuglin Føniks. Rokaligur unglingi og ein hørð lagna við døprum útlitum. Ein tónleikari, sum hevur staðið á gøtuni og sungið fyri nøkur oyru í hattin, og higani hevur megnað at lyfta seg upp á hægstu tónleikaligu tindar. Ein fullkomiliga gjøgnumførdur framførari og sangari av eini aðrari verð, so at siga. Ein maður sum tekur amerikanska upprunatónleikin inn í nýggju øldina.

 

Komandi summar fer hann at framføra á Gøtusandi, tá ið G! fer av bakkastokki 16.-18. juli 2026.