Klokkan 19 fer svenski dómarin at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har Víkingur hevur gestur úr Gibraltar.
Venjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, hevur sett teir ellivu á vøllin, sum fyri tað mesta hava mannað liðið fleiri tær seinastu ferðirnar.
Millum annað vil tað siga, at Jákup Johansen er fremsti maður, og at tað eru fleiri álopsspælarar á beinkinum. Andreas Lava Olsen hevur í fleiri vikur verið so illa skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið førur fyri at vera á listanum. Í kvøld er hann á beinkinum, og har er hann saman við Finni Justinussen og Martin Klein Joensen.
Víkingur – Europa Gibraltar kl. 19.00
Dómarakvartett úr Svøríki: Kristoffer Karlsson, Max Robin Wilde, Per Rhenlund og Fredrik Klitte (4. dómari)
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Noah Mneney, Ollaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen
Á beinkinum: Hans Jákup Arngrímsson, Andreas Lava Olsen, Signar á Brúnni, Martin Klein Joensen, Ingi Jonhardsson, Finnur Justinussen, Ari Olsen