Ríkisdagsval verður í Svøríki sunnudagin 13. september. Tá skulu sviar velja øll 349 umboðini í Ríkisdagnum, og samstundis eru kommunu- og regiónsval.
Nýggjasta Verian-kanningin fyri svenska kringvarpið SVT vísir, at teir fýra andstøðuflokkarnir – Sosialdemokratarnir, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet – samanlagt fáa 53,9 prosent av atkvøðunum.
Teir fýra flokkarnir á stjórnarveinginum – Moderaterna, Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna – fáa til samanberingar 43,9 prosent.
Munurin er sostatt heili tíggju prosentstig. Verian-kanningin varð gjørd millum 3. og 16. august millum umleið 3.000 veljarar. Sambært Reuters vísir útrokningin 196 ríkisdagsessir til andstøðuna og 153 til stjórnargrundarlagið.
SVT vísir á, at eingin svensk stjórn áður hevur megnað at vunnið inn aftur so stóran mun so stutt undan einum vali.
Andersson nógv størst
Sosialdemokratarnir hjá fyrrverandi forsætisráðfrúnni Magdalenu Andersson eru greitt størsti flokkur í Svøríki.
Í Verian-kanningini fáa Sosialdemokratarnir 30,5 prosent. Sverigedemokraterna og Moderaterna kappast um at vera næststørst og um leiðsluna á høgraveinginum.
Ein onnur nýggj kanning, sum Novus hevur gjørt fyri TV4, vísir somu gongd. Har fáa andstøðuflokkarnir 52,5 prosent, meðan stjórnar-flokkarnir fáa 45,6 prosent. Munurin er sostatt nakað minni enn í Verian-kanningini, men framvegis greiður.
Stóri trupulleikin hjá Ulf Kristersson kann gerast Liberalerna. Í Novus-kanningini fær flokkurin bert 1,9 prosent. Sperrumarkið fyri at fáa umboð í Ríkisdagin er fýra prosent.
Falla Liberalerna úr Ríkisdegnum, verður uppaftur truplari hjá núverandi stjórnargrundarlagnum at fáa meiriluta.
Andersson kann gerast forsætisráðfrú aftur
Heldur gongdin fram, er Magdalena Andersson greiður favorittur til aftur at gerast svensk forsætisráðfrú.
Hon tók við sum fyrsta kvinnuliga forsætisráðfrú Svøríkis í november 2021, men misti stjórnarvaldið eftir ríkisdagsvalið í 2022.
Tað valið var sera javnt. Moderaterna, Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna fingu til samans 176 sessir, meðan Sosialdemokratarnir og teirra táverandi samstarvsflokkar fingu 173.
Bara tríggir sessir vóru sostatt á muni.
Nú vísir ein av nýggjastu kanningunum ein mun upp á 43 sessir.
Men sjálvt um andstøðan vinnur valið, er ikki sjálvsagt, hvussu ein nýggj stjórn verður sett saman. Sosialdemokratarnir skulu finna eitt parlamentariskt grundarlag saman við Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet, og hesir flokkar eru ikki samdir um øll týðandi politisk mál.
SD kann koma í stjórn
Á hinari síðuni hevur Ulf Kristersson boðað frá einari stórari broyting, um høgrasíðan kortini vinnur valið.
Sverigedemokraterna hava seinastu fýra árini stuðlað stjórnini hjá Kristersson uttan sjálvir at hava ráðharrar. Men Kristersson hevur nú latið upp fyri, at Sverigedemokraterna kunnu gerast partur av einari komandi stjórn. Tað hevði verið fyrstu ferð, at flokkurin fekk beinleiðis stjórnarvald í Svøríki.
Tí kann valið 13. september fáa søguligan týdning. Annaðhvørt kann Magdalena Andersson venda aftur sum forsætisráðfrú, ella kann Sverigedemokraterna á fyrsta sinni koma beinleiðis upp í eina svenska stjórn.
Livikostnaður og kriminalitetur
Valstríðið snýr seg millum annað um livikostnaðin, búskapin, kriminalitet, innflyting, orku og trygdarpolitikk.
Valstríðið varð kortini fyribils sett til viks fríggjadagin eftir álvarsliga svørðsálopið á Brinellskúlanum í Fagersta. Bæði Ulf Kristersson og Magdalena Andersson steðgaðu sínum valstríði fyri at vitja býin eftir álopið, har ein 17 ára gomul genta doyði.
Men tá valstríðið av álvara fer í gongd aftur, hevur Ulf Kristersson eina stóra uppgávu fyri framman.
Í løtuni peika veljarakanningarnar rættiliga greitt móti stjórnarskifti í Svøríki 13. september.











