Dámligi listamaðurin Janus á Húsagarði hevur málað trý trøll seinastu dagarnar í samband við We Need Art.
Og tey hava fingið heitið Tingtrøllini. Tað komu nøkur fitt børn framvið, meðan Janus málaði, og søgdu, at hatta vóru Tingtrøll.
- Ja, tað má tað vera, tí øll børnini sum búgva á Tinghúsvegnum eru Tingbørn, greiddu børnini frá.
Og beint áðrenn seinasta penslastrokið, kom ein fitt eldri kvinna framvið og gav Janusi ein hjartaligan klemm, tí hon var so glað fyri trøllini.
Eitt deiligt punktum fyri Tingtrøllini.











