Tað segði kongaligi kannarin, Troels Lund Poulsen, í dag, tá hann varð spurdur, um tað eru flokkar, sum hann longu nú kann siga, at hann ikki fer at samráðast víðari við í stjórnarsamráðingunum.
– Tað avgerandi er, at tit binda tykkum til at vera við til at tryggja danska búskapin í framtíðini.
– Og tað eru nakrir flokkar, har eg haldi, at tað sær truplari út. Men tað havi eg ikki gjørt niðurstøðu um enn, segði hann.
Formaðurin í Vinstra hevur higartil havt allar flokkar við undantaki av teimum Konservativu og Moderatu til stjórnarsamráðingar á Hotel Scandic Spectrum í Keypmannahavn.
/Ritzau/










