Troest heldur fram í HB

Jóhan Troest Davidsen er ein av trimum leikarum, ið hava longt sáttmálan við Havnar Bóltfelag um vikuskiftið. Hinir báðir eru Andrew av Fløtum og Kristin R. Mouritsen.

 

Jóhan Troest Davidsen kom til HB í summarsteðginum, og hevur nú valt at halda fram í eitt ár afturat. 24 ára gamli runavíkingurin hevur skjótt vunnið sær fast pláss á liðinum og tikið ábyrgd eftir at Vagnur Mohr Mortensen gjørdist álvarsliga skaddur.

 

Eisini aldurforsetin á liðnum, 33 ára gamli Andrew av Fløtum, heldur fram í felagnum. Hann hevur bara umboðað HB í føroyskum fótbólti og hevur skotið 153 mál í 330 dystum, skrivar HB.fo. Sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár.

 

Eisini Kristin R. Mouritsen hevur longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri komandi ár. Kristin er 21 ár og nærkast á hvørjum ári einum føstum plássið á liðnum.

 

HB hevur nú longt sáttmálan við tólv av leikarunum. Teir eru Símun Samuelsen, Alex Jose dos Santos, Rógvi Holm, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Jógvan Skeel Nolsøe, Teitur Gestsson, Gunnar Haraldsen, Christian R. Mouritsen, Jóhan Troest Davidsen, Andrew av Fløtum og Kristin R. Mouritsen.