Fótbóltur
Tað verða nummar eitt og tvey, sum spæla einastu Formula-uppgerðina, ið stendur á skránni hetta vikuskiftið. Tí er væl hugsandi, at tað verður stúgvandi fult kring Djúpumýru, tá KÍ tekur móti EB/Stryemi, og at talan samstundis er um festival-dyst, man ikki gera lagið verri.
Hjá heimaliðnum verður eisini sagt, at allir mans eru tøkir. Steðgurin er fyrst og fremst nýttur til hvíld, og tí eru skaðar ikki nakað, sum teir kenna til í løtuni.
Og setningurin hesa ferð er púrasta greiður. Dysturin skal vinnast, um KÍ skal gera sær vónir um at vinna heilt upp á toppin, har EB/Streymur í løtuni er fimm stig framman fyri KÍ, samstundis sum felagsliðið hevur spælt ein dyst færri.
Truckur steðgaði Arnbjørn
Hjá EB/Streymi kom illa við, at Arnbjørn Hansen í vikuni mátti geva avboð. Á arbeiðsplássinum koyrdi ein trukkur yvir fótin á honum, og tí er hann ikki við í hópinum leygardagin.
Tað verða allir hinir spælararnir, men nøkur ivamál eru tó, verður sagt. Bæði Hans Pauli Samuelsen og Sorin Anghel dragast við skaðar, og tí er ivasamt, hvørt teir eru til reiðar at spæla 90 minuttir við fullari ferð. So tað er ikki óhugsandi, at annar teirra og kanska báðir teljast millum áskoðararnar, verður sagt.