TRUMFA - alt opið til á midnátt

Fríggjadagurin hin 28. oktober verður hin langi dagurin á mentanarvikuni, sum í hesum døgum er í Runavíkar kommunu. Tá verður spennandi tiltakið TRUMFA, sum fyri fyrstu ferð varð roynt í fjør.

Tiltakið fer fram fríggjakvøldið og varar heilt til á midnátt. Tey, sum standa aftanfyri mentanarvikuna, siga, at býurin hetta kvøldið fer at kóka við lívligari mentan og litríkari list av øllum slagi. Handlar, søvn, mentanarhús, listaframsýningar og matstøð hava opið til á midnátt.

Sagt verður, at serliga handlarnar hava spent seg út og hava nógv gott at bjóða. Har verða kappingar, mótaframsýningar, linedans, livandi tónleikur, fyrilestrar, tímatilboð, og eisini fara fleiri at bjóða ókeypis kaffi og køkur.

- Hetta er kvøldið, har Runavíkin bjóðar øllum vitjandi til eitt hugnaligt og lívligt mentanarstað, siga fyrireikararnir.