Hóttanin um fleiri amerikansk álop á Venezuela er avlýst fyribils.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sosiala miðlinum Truth Social.
Hann grundgevur fyri avgerðini við viljanum hjá venezuelanum at samstarva við amerikanarar, sum millum annað hevur sæst aftur í at fylgja ynskinum hjá Trump um at lata eitt stórt tal av politiskum fangum leysar.
– Orsakað av hesum samstarvsvilja havi eg avlýst frammanundan væntaðu aðru bylgjuna av álopum, sum ikki longur tykist vera neyðug.
– Men øll skip verða verandi har tey eru av trygdarávum, sigur forsetin.
/Ritzau/











