Hóast hann áður hevur noktað fyri tí, so ferðaðist amerikanski forsetin, Donald Trump, í privata flogfarinum hjá kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein í minsta lagi átta ferðir millum 1993 og 1996.
Tað sæst í einum telduposti, sum ein hjálparsakførari hevur sent, hvørs navn er dulnevnt. Tað er eisini ógreitt, hvør móttakarin av teldupostinum er.
Telduposturin er partur av túsundtals skjølum hjá Epstein, sum amerikanska løgmálaráðið almannakunngjørdi týsdagin.
Hann varð sendur 7. januar 2020, og í evnislinjuni stendur, at hann er partur av einum telduposttráði viðvíkjandi flogloggunum hjá Epstein.
Á einum av flogferðunum verður nevnt, at Trump og Epstein, saman við einum 20 ára gomlum, vóru einastu ferðafólkini í flogfarinum.
Navnið á tí 20 ára gomlu er strikað í skjølunum.
Ákærin aftanfyri teldupostin greiðir eisini frá, at flogloggar vísa, at Trump "ferðaðist við privata jetflogfarinum hjá Epstein nógvar fleiri ferðir enn áður varð greitt frá (ella sum vit vóru vitandi um)".
Trump hevur annars í einum uppslagi á sosialu miðlunum í 2024 pástaðið, at hann "ongantíð var í flogfarinum hjá Epstein ella á hansara 'fúlu' oyggj", skrivar tíðindastovan Reuters.
Epstein hevði eina privata oyggj, har nógvar av hansara mistonktu misnýtslum sigast hava verið.
Av teimum minst átta ferðum, sum Trump fleyg við privatflogfarinum hjá Epstein, var Ghislaine Maxwell sambært skjølunum eisini umborð í minsta lagi fýra ferðir.
##med2##
Maxwell var samstarvsfelagi og hjálparfólk hjá Epstein. Hon situr í løtuni 20 ára fongsulsrevsing fyri at hava hjálpt Epstein at útvega ungar gentur við tí endamáli at útnytta tær kynsliga.
– Á tveimum øðrum flogferðum vóru tvey av ferðafólkunum kvinnur, sum kundu vera møgulig vitni í Maxwell-málinum, stendur í skjølunum.
Hvítu Húsini hava ikki svarað áheitan um viðmerkingar frá Reuters um teldupostin um meintu ferðirnar hjá Trump við Epstein í 1990-árunum.
/Ritzau/












