Vit eiga at njóta jólahøgtíðina 

- Eg eri takksamur fyri allar gávur – eisini, at Bólkur 5b fekk atgongd til óbrúktar fiskidagar eins og aðrir skipabólkar, sigur Jógvan Trondesen Andreasen

 

Hvar verða jólini hildin í ár?

- Jólini verða hildin heima saman við familjuni.

Tað sigur Jógvan Trondesen Andreasen.

Hann vísir á, at vanliga verður farið í føðingardag hjá familju tíðliga jólaaftan og síðan ein túr í kirkjugarðin.

- Eg plagi eisini at fara til jólagudstænastu, og síðan verður tað at halda jólaaftan, sigur hann. 

Hvat verður etið um jólini? 

- Jólaaftan eta vit dunnu við øllum góðum tilhoyri. Omaná verður tað rísalamande, og sjálvandi er spenningur um, hvør fær mandluna. 

Hevur tú eitt jólagávuynski? 

- Eg eri takksamur fyri allar gávur – eisini, at Bólkur 5b fekk atgongd til óbrúktar fiskidagar, eins og aðrir skipabólkar. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólahøgtíðin er ein hugnalig og deilig tíð. Børnini eru sera spent, og hugnin er í hásæti. 

Og Jógvan Trondesen Andreasen endar við hesum orðum: 

- Eg haldi, vit øll eiga at njóta høgtíðina mest møguligt, og eg vil enda við at ynskja øllum eini gleðilig jól.