Truplari at ferðast til og frá Schengen-øki

Strangari passeftirlit skapar longri køir á flogvøllum

Europeiska Samveldið hevur sett í verk strangari passeftirlit, tá ið ferðast verður inn og út av sonevnda Schengen-økinum.

Schengen-økið umfatar 26 europeisk lond – millum annað Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Spania, Týskland, Frakland og Italia – og hevur til endamáls at avtaka passeftirlit inni í Schengen-økinum. Føroyar eru eisini partur av Schengen samstarvinum.

Tá ið ferðast verður út av ella inn í Schengen-økið er serstakt passeftirlit. Tað vil siga, at verður ferðast til eitt nú Onglands ella USA, skal passið kannast bæði á veg út og á veg inn. Hetta eftirlit verður nú hert, og ES krevur nú, at eisini ES borgarar, sum eru slopnir lættari enn onnur í eftirlitinum, frameftir skulu skanna sítt pass á veg út og inn.

Hetta eftirlit er komið í gildið kring europeiskar flogvøllir í ár, og hevur skapt langar køir við passeftirlitið á fleiri flogvøllum.

Ritzau skrivar, at í gjár kom eftirlitið eisini í gildi á donskum flogvøllum. Nógvir føroyingar ferðast umvegis danskar flogvallir, tá ið teir skulu út av ella inn í Schengen-økið, og tí fara hesi ferðandi nú at merkja strangari eftirlitið.

Flogvøllurin í Kastrup hevur sett fleiri fólk til at arbeiða í serliga passeftirlitinum, og eisini eru fýra nýggjar eftirlitsstøðir settar upp. Hetta er fyri at sleppa undan longum køum, nú passeftirlitið fer at taka longri tíð, men roknað verður við, at tað kortini fer at taka longri tíð at sleppa í gjøgnum hetta eftirlit.