HB-EB/Streymur
Tá ið omanfyri nevndu lið hittust í næsta umfarinum av landskappingini í ár norðuri á Mølini, endaði tað við málleysum javnleiki. Hesin dysturin var eitt av leikligu vónbrotunum hjá havnarliðnum í ár, og oddaliðið ætlar sær eisini eitt betur úrslit sunnudagin.
Hørð kapping um plássini
Venjarin hjá HB, Heine Fernandez, sigur, at fyri fyrstu ferð í ár hevur hann so at siga alt fólkið tøkt til ein dyst. - Allir teir, sum vanliga berjast um at verða millum teir fyrstu ellivu, eru tøkur til dystin sunnudagin, og trupulleikin er bara, hvønn eg skal seta á beinkin, sigur Heine Fernandez. Í mun til dystin móti Skála mikukvøldið er Hallur Danielsen við aftur eftir leikbann, og harafturat er venjarin sjálvur, sum byrjaði á beinkinum mikukvøldið, eisini aftur tøkur til ein heilan dyst, sigur hann sjálvur. Ein annar profilur á HB-liðnum, sum taldist millum eykaleikararnar, er Jákup á Borg. Landsliðsmaðurin er við at koma fyri seg eftir skaða, og Heine Fernandez sigur, at væntandi verður Jákup á beinkinum aftur sunnudagin, so at fóturin hjá Jákupi ikki verður yvirbelastaður.
Spurdur um tað verður pláss fyri Halli Danielsen aftur á vanliga høgra bakkplássinum, sum Vagnur M. Mortensen røkti fyrimyndarliga móti Skála, sigur Heine Fernandez, at tað vil hann ikki úttala seg um, hóast hann hevur tikið støðu til, hvussu tann trupulleikin skal loysast. Veteranurin Jan Dam, sum kom inn í byrjunaruppstillingina fyri Hall, verður neyvan koyrdur út aftur á beinkin. Meiri sannlíkt er, at tað verður Rókur Jespersen, ið noyðist at víkja fyri Halli, sum sostatt sleppur at spæla á høgra miðvallarplássi, har hann mangan áður hevur roynt seg.
Skulu spæla upp til sitt besta
Liðskiparin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, er av teirri áskoðan, at skulu sundalagsmenn gera sær nakrar sum helst vónir um eitt gott úrslit sunnudagin, so er neyðugt, at allir mans á felagsliðnm spæla upp til sítt allarbesta, heldur hann. - Tað er altíð trupult í Gundadali, og kanska serliga í løtuni, tí HB-liðið tykist verða serstakliga væl fyri, sigur Jákup Martin.
Tá ið EB/Streymur leikti móti B36 týskvøldið á Eiði, noyddust teir at verða sterka verjuleikaran Fróða Clementsen fyriuttan, men hann er klárur aftur. Spurningurin er so, um hann glíður beint inn aftur á liðið, ella um Fróði noyðist at taka til takkar við einum plássi á beinkinum. Jákup Martin Joensen heldur, at dysturin móti B36 mundi verða ein tann vánaligasti dysturin, ið leingi hevur verið spældur á Eiði, og hann er av teirri áskoðan, at EB/Streymur spældi langt undir vanligan støði. Spurningurin er so, um vit sunnudagin klára at lyfta okkum upp á eitt væl hægri støði, sigur hann.