Føroya Ferðaleiðarafelag hevur leingi gjørt vart við trupulleikan við útlendskum ferðaleiðarum, sum arbeiða uttan arbeiðsloyvi í Føroyum

Trupulleikin við útlendskum ferðaleiðarum versnar

Trupulleikin við útlendskum ferðaleiðarum, sum arbeiða ólógliga í Føroyum, stendur við og versnar. Tað sigur Hilda Thomsen, forkvinna í Føroya Ferðaleiðarafelag.

Føroya Ferðaleiðarafelag hevur leingi gjørt vart við trupulleikan við útlendskum ferðaleiðarum, sum arbeiða uttan arbeiðsloyvi í Føroyum

– Hetta hevur verið ein trupulleiki í nógv ár, og tað stendur við og versnar, sigur hon við Kringvarpið.

Útmeldingin kemur eftir, at tveir útlendskir ferðaleiðarar leygardagin vórðu handtiknir fyri at arbeiða uttan arbeiðsloyvi í Føroyum.

Sambært Føroya Ferðaleiðarafelag hevur felagið gjørt vart við trupulleikan í longri tíð.

Málið endaði við, at ein fronsk kvinna varð latin leys, tí ákæruvaldið metti ikki, at skuldsetingarnar móti henni fóru at halda.

Hin ferðaleiðarin, ein skoti, er vístur úr Føroyum og sleppur ikki aftur higar næstu tvey árini. Sambært myndugleikunum hevur hann brotið útlendingalógina.

Maðurin hevur fingið eitt sektaruppskot upp á 300.000 krónur, men hann noktar at góðtaka tað, og tí fer málið í rættin.

 

Føroya Ferðaleiðarafelag hevur leingi gjørt vart við trupulleikan við útlendskum ferðaleiðarum, sum arbeiða uttan arbeiðsloyvi í Føroyum