Trý føroyingalið eru enn við í fremstu steypakappingunum í íslendskum hondbólti.
Fyrr í dag var drigið um hvørji lið skulu møtast í fjórðingsfinalunum.
Vikuskiftið 7. og 8. februar skulu Haukar hjá Natasju Hammer, og ÍBV hjá Ingibjørg Olsen spæla fjórðingsfinalur á útivølli.
Haukar spæla móti Víkingi, og ÍBV móti Stjörnuni.
Eina viku seinni skulu Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og hinir í KA spæla fjórðingsfinalu á heimavølli móti Afturelding.