Tryggur sigur til Kyndil

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu týskvøldið ein kærkomnan sigur í landskappingini, tá ið StÍF var og vitjaði í Havn.

Tað hevur verið rættuliga drúgt millum stigini, ið kvinnurnar hjá Kyndli hava fingið til høldar í ár. Týskvøldið høvdu tær vitjan av strandakvinnum, sum liggja beint oman fyri havnarliðið á stigatalvuni, og tá eydnaðist tað teimum grønu úr Havn at vinna dystin og harvið nærkast StÍF á sættaplássinum í Sunset-kappingini.

Ongantíð spennandi
Tey flestu høvdu kanska væntað ein javnan og spennandi dyst á Hálsi týskvøldið, tí liðini hava áður spælt javnar dystir, hóast StÍF vann rættuliga sannførandi, tá ið liðini hittust á Skála seinast. Men dysturin týskvøldið gjørdist ongantíð spennandi, tí Kyndil hevði munin frá fyrsta bríksli.
Heimaliðið legði seg beinan vegin á odda, og tað var bert við støðuna 0-0, at tað stóð á jøvnum í øllum dystinum. Kyndil hevði munin allan dystin, og tær bara øktu um leiðsluna, so hvørt sum dysturin leið.
Kyndil hevði til dystin týskvøldið fingið fatur á onkran ógvuliga royndan leikara at styrkja sær um liðið. Talan var um Sólvá Eystberg, sum í mong ár taldist millum allarbestu kvinnuligu hondbóltsspælarar í landinum, og hon spældi bæði við VB, Kyndil og Stjørnuni.
Tað var annars Súsanna Petersen, ið saman við Guðrun í Lágabø í málinum, sum var mest sjónligi leikarin hjá Kyndil. Súsanna gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við níggju málum.
Hjá StÍF var Súnfríð B. Jacobsen heilt stóri spælarin. Av teimum 19 málunum, ið strandakvinnur fingu, skeyt Súnfríð tey 12.

Kyndil-StÍF 27-19 (14-8)
Kyndil: Súsanna Petersen 9, Ann-Mari Wang 5, Lotte Sørensen 4, Randi Wardum 2, Linda Weihe 2, Anja Midjord 2, Sólvá Eystberg 1, Hildur Høghamar 1, Kari-Ann Petersen 1(1)
StÍF: Súnfríð B. Jacobsen 12(3), Malan Petersen 3, Paula B. Høgnesen 2(1), Rebekka Justinussen 1, Bára B. Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 3(1), StÍF 8(4)
Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 3
Dómarar: Hannis og Uni Wardum