Landskappingarárið er komið at enda. Sjálvt um steypakappingin enn restar í, so eru nógvar gitingar í fótbóltsumhvørvinum. Vit fara her at hyggja at nøkrum av teimum søgunum.
Úr B36 ljóðar, at tað verða fleiri broytingar á fremstu rekkju. Sebastian Pingel, Árni Frederiksberg, Michal Przybylski og Stefan Radosavljevic hava ikki sáttmála fyri komandi kappingarár. Nakað sum bolt.fo eisini hevur víst á.
Her verður sagt at Sebastian Pingel flytur til Danmarkar, meðan søgurnar senda Árna Frederiksberg aftur til barndómsfelagið NSÍ. Stefan Radosavljevic hevur leingi havt eitt ynski um at royna seg uttanlands, meðan ein søga sigur, at Michal Przybylski kann enda hjá grannunum.
Bolt.fo skrivar at bæði Ronni Møller-Iversen (Skála) og Bjarki Nielsen (AB) eru á veg til árstalsfelagið. Hetta passar eisini við keldurnar hjá In.fo, sum tó kunnu leggja afturat, at B36 er í holt við at tryggja sær U21-landsliðsspælaran Lukas Giessing. Hann spældi í seinnu hálvu í fjør við AB. Við hesum eru fýra á veg út, meðan tríggir eru á veg inn.