Leygarkvøldið var ein maður í Havn handtikin fyri tað, sum teir á donskum kalla fyri »værthusuorden«. Um hetta siga teir á politistøðini í Havn, at hetta er tá menn eru ov fullir, troyttir, hava hug at sovna og gera eitt sindur um seg.
Hesin maðurin var handtikin og koyrdur í kasjottuna.
? Eg havi sjáldan sæð tað fyrr, at so nógv er viðmerkt um fyllibyttur, sum leygardagin, sigur Súni Vinther á politistøðini í Havn. Hann sigur, at ikki færri enn átta mans vórðu upptiknir, og ein teirra endaði í detensjónini, og ein fór við sjúkrabili út á Landssjúkrahúsið.
Hinir fingust allir upp á beini - og mett varð, at teir sjálvir funnu vegin til hús.
Sunnumorgunin um sekstíðina varð ein 21 ára gamal maður handtikin í Havn fyri at koyra við kenning, og sunnukvøldið á miðnátt var somuleiðis ein 25 ára gamal handtikin fyri at koyra við kenning, og tann maðurin hevði longu mist koyrikortið fyri rúsdrekkakoyring, so hann fær helst eina eyka revsing fyri tað, sigur Súni Vinther.