Tunnil til Dals fyri 70 mió. kr

Sandoy: Enn er eingin tíðarætlan sett fyri, nær koyrandi verður frá Húsavík til Dals gjøgnum ein tunnil.

Higartil eru gjørdar jarðfrøðiligar kanningar og kjarnuboringar. Væntað verður, at prosjektuppskotið verður liðugt í hesum mánaðinum. Og kostnaðurin av einum slíkum tunli er mettur til at liggja millum 65 og 70 mió. kr.
Hetta prosjektið er eitt teirra, sum mong hava longst eftir at fáa framt. Vegurin millum hesar báðar bygdirnar á Sandoynni er smalur og ótíðarhóskandi. Tað ringasta er kortini tað, at grót ofta kemur niður á vegin.
Landsverk metir, at longdin á einum slíkum tunli verður góðar 2 km. og breiddin 8,5 metrar.
Tann stóri spurningurin er so, nær farið verður undir hesa ætlanina. Tað fara poilitikkarnir at taka avgerð um.