Tunnilin letur upp í januar

Tað segði formaðurin í tunnilsfelagnum Bergur Poulsen, tá ið hann fyri løtu síðani setti ráðstevnuna Vegamót í Løkshøll í Runavík

Í kvøld er ráðstevna í Løkshøll í Runavík. Ráðstevnuheitið er Vegamót, og vegamótið, sum tað verður sipað til, er tað, at Eysturoyartunnilin fer skjótt at lata upp.

 

Tað var Bergur Poulsen, formaður í felagnum fyri Eysturoyar og Sandoyartunlarnar, sum setti ráðstevnuna, og hann kom í innganginum inn á, nær tunnilin fer at lata upp:

-Arbeiðið hevur sum heild gingið væl. Koronan hevur havt ávirkan, og tað er framvegis møguleiki fyri, at hon fer at órógva. Men sum tað sær út nú, so fer tunnilin at lata upp einaferð í janaur, sigur Bergur Poulsen.

Ætlanin var, at ráðstevnan skuldi vera í vár, men tá varð hon orsakað av koronuni útsett.

Tað ber til at fylgja ráðstevnuni, sum verður stroymað á leinkju hjá Løkshøll.